Tá freistin at søkja starvið sum stjóri í Kringvarpi Føroya var úti fyrradagin, høvdu 21 fólk søkt. Talan er um 18 menn og tríggjar kvinnur. Sagt verður, at 11 av umsøkjarunum hava royndir ella útbúgving innan fjølmiðlaøkið, og at níggju hava leiðsluroyndir.
Nú skal Setanarnevndin hyggja at umsóknunum, og hon fer so at lata Kringvarpsstýrinum eitt tilmæli. Ætlanin er so, at nýggi stjórin verður settur síðst í juni. Starvið er áramálssett í fimm ár.
Annika Mittún Jacobsen, sum hevur verið stjóri í Kringvarpinum síðani 1. apríl í 2008, segði upp herfyri. Hon fer í starv uttanlands.