Týsdagin doyði ein grind á Sandi, og partarnir vóru stórir. Men kortini var onkur, sum ikki helt seg fáa nóg mikið.
Eftir at hvalirnir vóru merktir, komu tey eftir, at ein hálvur hvalur var horvin.
Av tí at ein havnarmaður hevði spurt okkurt um henda hvalin, fingu tey illgruna um, at hann var farin avstað við hálva hvalinum.
Finnbogi Midjord, sýslumaður fekk uppspurt, at maðurin var farin yvir um fjørðin við grindini. Farið var so til mannin eftir hálva hvalinum.
- Maðurin fekk boð um ikki at vísa seg aftur í grind í Sandoynni. Meira verður ikki gjørt við málið, sigur Finnbogi Midjord.