Tveir danir, sum vóru á veg úr Bermuda til Azorurnar í einum stuttleikabáti, noyddust í gjár at fara í tann lítla bjargingarbátin, tí stuttleikabáturin fór at leka. Við einari fylgisveinatelefon fingu teir samband við Søværnets Operative Kommandu í Danmark, sum sendi boð eftir hjálp.
Amerikanska sjóverjan sendi eitt flogfar at leita, og eitt skip hjá finska flotanum, sum var har á leiðini, fór at sigla ímóti bátinum. Tá menninir høvdu verið fimm tímar í bjargingarbátinum, kom tað finska skipið til teirra og tók teir upp.
SOK sigur, at stuttleikabáturin var einar 600 fjórðingar eystan fyri Bermuda, tá hann fór at leka.