Færri húsagangir

Danskir greinarar høvdu roknað við, at støðugt fleiri vinnufyritøkur máttu fara á húsagang fyrra hálvár í ár orsakað av skuldar­kreppuni, men nýggj tøl hjá donsku hag­stovuni vísa, at so er ikki. Tvørturímóti vóru húsagangirnir í april 337 í tali ímóti 453 í mars.
Steen Bocian, sum er búskaparfrøðingur hjá Danske Bank, heldur, at tann óvanliga lága rentan ger tað møguligt hjá fleiri fyritøkum at berja seg ígjøgnum krepp­una. Harafturat eru tær veikastu fyri­tøk­ur­nar longu falnar av krepp­uni, sigur hann, og ein triðja orsøk er, at tann privata nýtslan er far­in at veksa spaku­liga.