Summir jøklar í Asia veksa

Kanningar hjá fronskum vísindamonnum vísa, at meðan nógvir jøklar kring heimin minka, eru tað nakrir jøklar í Asia, sum veksa. Teir fronsku granskararnir siga, at jøklarnir í Himalaya-fjøllunum minka, men at jøklarnir í Karakoram-fjallarøðini, sum er vestan fyri Himalaya-fjallarøðina, veksa.

Jøklarnir í Karakoran-fjallarøðini eru lítið kannaðir, tí har er sera illgongt, men sambært BBC eru myndugleikarnir í londunum har um vegir samdir um at játta meiri pengar til at kanna jøklarnar.

Onkrir granskarar hava sagt, at soleiðis sum jøklarnir í Himalaya minka nú, verður lítið og einki eftir av teimum um eini 25 ár.