eisini at fingið fatur á hesum. Tað eydnaðist ikki, og heldur ikki í aðru, triðju ella fjórðu atløgu megnaði verjan at rudda burtur. Alt endaði við, at Hjalmar Dalbúð fekk skot á bóltin, sum millum vinir [...] spælið. Teir settu seg nú av álvara á dystin, og tó at teir heilt opnu møguleikarnir ikki vóru so nógvir í tali, so lúrdi eitt næsta og avgerandi mál í luftini. Settust á dystin Við leiðsluni í viðførinum [...] Unglingar Tað eydnaðist runavíkingunum at vinna FM-heitið, tá finalan í unglingadeildini varð spæld á Skála mikukvøldið. Veðrið, sum annars hevur argað nakað hesa seinastu tíðina, var av tí allarbesta,
til sítt lísvsstarv var, at hann misti sín besta vinmann á sjónum. Pabba fór bert 15 ára gamal til Havnar á læraraskúla, har hann millum annað gekk á skúla saman við Victor Danielsen. Eftir lokna útbúgving [...] , tjóðskaparmaður um ein háls. Pabba og mamma giftust sum sagt í 1923, og búði hann á Hamri líka til sín deyðadag á Jóansøku 1970. Hann var ein góður pápi, og ogur høvdu ein góðan barndóm. Hann elskaði [...] Í 1920 fekk pabba starv í Froðbiar skúla, og kom hann at búgva hjá skyldfólkum sínum í Kristinhúsi á Hamri. Tá rann saman ímillum mammu og pabba, og blivu tey borgarliga vígd av unga sýslumanninum Kristian
in teir upp á oddasessin, men ivaleyst munnu teir svørt/hvítu hugsa meira um, at teir við sigri kundu leggja seg einsamallar á odda. Ivaleyst fer Kurt Mørkøre eisini at seta skotvenjing á skránna komandi [...] Einsamalla málið mátti Jens Martin Knudsen taka á sín kappa. Hann metti skeivt, tá hann fór út eftir longum bólti, og tá Hanus Thorleifsson var fyrri á hesum, noyddist veteranurin at toga mótspælaran niður [...] nógva hitanum, og í øllum førum gekk meira og meira fyri seg framman fyri málinum hjá Jákupi Mikkelsen. Serstakliga var talan í fleiri førum um vandamiklar deyðbóltar, og upp á ein av hesum eydnaðist eisini
sum m.a. byggir á dagbøkurnar hjá skiparanum umborð á kavbátinum, Horst Degen. Her sæst, at Nýggjaberg varð søktur undir Íslandi hin 7. mars 1942 kl. 23:15. Her vísir høvundurin eisini á støðuna í landi [...] hesi árini undir yvirskriftini "Stórstoytir": - Royndarárið mikla, 1941, gekk út. Føroyar høvdu mist tað størsta skipatal, tær á nøkrum sinni hava mist eftir einum ári, og fólkaskaðin var líka so stórur [...] tíðindi, sigur Karl Joensen, sum misti ein beiggja við skipinum. Sjálvur skuldi Karl havt verið við á hesum vanlukkuliga túri. Men ein annar maður, sum hann kendi, spurdi um hann ikki kundi sleppa við í
alla tíðina. Hjá VÍF vóru nakrar broytingar gjørdar á liðnum. Áki Olsen, sum tó eisini var við ímóti Kyndli herfyri, fekk nú nakað meira av spælitíð á bakkinum, soleiðis at hann kundi avlasta stórabeiggjan [...] seinna hálvleiki var tó um reppið, at alt skrædnaði. VÍF smekkaði trý mál á rað inn, men Neistin fekk svarað aftur, og so gekk tað seigliga fram móti dystarenda. Seinasta korterið ella so vóru tað gestirnir [...] gestirnir, sum tóktust hava munin, men frá vestmenningunum sluppu teir ikki. Eitt mál á muni, javnleikur, eitt mál á muni? Og so vórðu tað sum sagt at enda vestmenningarnir, sum sluppu at avgera, men tað
eftir Carl Johan Jensen Seinnapartin sunnudagin gekk ein yrkjari fram á gólv at lesa upp úr verkum sínum. Hetta hendi í Kringluni í Norðurlandahúsinum og átti í sjálvum sær ikki at verið tíðindavert. Yrkjarar [...] lýsir hann í ferðasøgu síni úr Føroyum um 1830 og seinni Viderø). Upplesturin legst á sansir og sinnið sum gráðar á vatn ein hálvvindsaman dag. Gáloysin og óspektur. Kemur ymsar vegir í mislongum, misskjótum [...] Yrkjarar trína so javnan fram við mis-miklum kurteisi á kaffihúsum, tilhaldum og bókasøvnum kring landið. Kortini, eitt var sum gjørdi skil millum hendan og ymsar aðrar yrkjarar, sum í hesum døgum leggja
síni umstríddu sjónarmið á orku- og umhvørvisøkinum. Hann hevur millum annað verið í væl umtóktu kjaksendingini HARDtalk á BBC. Føroyska pallborðið royndi at seta Lomborg upp á pláss, men danin var sannførandi [...] londum, men í Føroyum hava vit havt ilt við at fáa glið á kjakið. Bjarni Djurholm segði seg vóna, at fyrilesturin hjá Lomborg fór at verða startskotið á kjakinum um orku og umhvørvi í Føroyum, men hetta eydnaðist [...] Hann tosaði og reyvin gekk. Eitt fullsett Norðurlandahús sá fríggjadagin ein vælupplagdan og undirhaldandi Bjørn Lomborg greiða frá sínum sjónarmiðjum um orku og umhvørvi. Hittinorðaði danin er ein royndur
Starvsmannafelagnum eina hækking í løn og eftirløn upp á tilsamans 8,3% í einum fýra ára sáttmála. - Hetta er alt ov lítið til at tað kundi koma upp á tal at góðtaka tað sigur hann. Hann sigur, at skala talan [...] Dalsgarð. Ársins fyrsta verkfall er nú veruleiki, eftir at allir 200 limirnir hjá Starvsmannafelagnum á Føroya Tele, løgdu arbeiðið niður í gjár. Og formaðurin í Starvsmannafelagnum, sigur, at soleiðis sum [...] øðrum enn verkfalli. Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum samráðist fyri Føroya Tele og sáttmálin gekk út 1. mars og síðani hevur verið roynt at finna semju. Tað hevur eisini gingið fínt, heilt til tey
TB vitjar á Kambsdali. Og sunnudagin skal Mjølnir so til Trongisvág, har tað líkist einum sonnum braki, meðan KÍF á pappírinum hevur heldur lættari uppgávu, tá tær taka ímóti Fleyr. Men tølini á pappírinum [...] var eingin bøn, tá ÍF varð sent heim við ongum. Sunnudagin var tað so TB, sum var á vitjan, og tó at tað hesa ferð gekk heldur javnari fyri seg, so var tað aftur KÍF, sum stóð við stigunum, tá avtornaði [...] við, at Mjølnir eisini ger um seg. Klaksvíkskvinnurnar vitjaðu um vikuskiftið á Kambsdali, har tær vunnu ein tryggan sigur á meistarunum úr Í. Fyrsta settið var kanska nakað av spenningi í, men eftir at
eingin normur á hesum sinni. Føroyingurin hevur ikki fingið góða spælið frá IM kappingini í Klaksvík á glið, hevur higartil einki talv vunnið í Gausdal, men vónandi fær hann ein góðan enda á kappingini. [...] við, og nærkast alsamt skjótari topp trý í heiminum. Hann hevur 2723 á oktober-listanum, men fer at fáa eitt áljóðandi umleið 2750 á komandi ratinglista. Kasparov hevur síðani januar 1985 havt hægsta ratingtal [...] Polgar er eitt áhugavert evni fyri tíðina. Hon hevur havt ein ótrúligan góðan stima seinasta árið, og á feskasta styrkilista hevur hon 2722 ratingstig, sum er eitt deilt tíggjunda pláss saman við landsmanninum