Talv
Lítið hevur verið at hoyrt um kappingina undan startskotinum, og tað kann tykjast merkiligt tá nærum øll heimselitan er savnað til HM í kviktalvi í Cap d´Agde, sunnast í Frankaríki. Hóast talan er um kvikktalv (25 min. til hvønn telvara + 10 sekund fyri hvønn leik), er kappingin sjálvsagt eitt hæddarpunkt í talvkalendaranum í heyst.
Í topp tíggju er tað einans Kasparov, ið ikki luttekur. Harafturímóti luttaka fýra heimsmeistarar, Karpov, Kramnik, Anand og Ponomariov, og tveir HM-avbjóðarar, Shirov, sum tapti HM finaluna í ár 2000 móti Anand og Leko, sum hevur vunnið sær rættin at bjóða Kramnik av í nærmastu framtíð.
Umframt hesar talvstjørnur, kunnu nevnast aðrar stjørnur; Topalov, Bareev, Grischuk, Svidler, og Polgar.
Júst Polgar er eitt áhugavert evni fyri tíðina. Hon hevur havt ein ótrúligan góðan stima seinasta árið, og á feskasta styrkilista hevur hon 2722 ratingstig, sum er eitt deilt tíggjunda pláss saman við landsmanninum Leko. Hon vann herfyri eina kapping í Hollandi, sum viðførir fleiri ratingstig til hennara. Næsti altjóða ratinglisti verður kunngjørdur 1. januar 2004.
Eisini Svidler hevur havt eitt óvanliga gevandi talvár. Hann hevur at kalla vunnið alt sum hann hevur nortið við, og nærkast alsamt skjótari topp trý í heiminum. Hann hevur 2723 á oktober-listanum, men fer at fáa eitt áljóðandi umleið 2750 á komandi ratinglista.
Kasparov hevur síðani januar 1985 havt hægsta ratingtal í heiminum, og enn er einki broytt í hesum. Russiska livandi legendan hevur 2830, Kramnik hevur 2777, meðan Anand liggur á triðja plássi við sínum 2766 ratingstigum.
Knock-out skipan
Sekstan telvarar eru umboðaðir í kvikkappingini, fyrst býttir upp í tveir bólkar. Í báðum bólkunum fóru fýra víðari til fjórðingsfinalur. Sunnukvøldið bleiv bólkaspælið avgreitt.
Í tí eina bólkinum vunnu Kramnik, Ponomariov og Bacrot við hálvum fimta stigi av sjey møguligum. Tann fjórði í røðini, og harvið eisini víðari, varð Topalov.
Í hinum bólkinum vann Svidler við fimm stigum. Grischuk, Anand og Polgar fóru saman við Svidler víðari til fjórðingsfinalurnar, sum í skrivandi løtu ikki eru leiktar. Eitt nú megnaði Shirov og Karpov ikki at kvalifisera seg víðari. Serliga illa gekk tað hjá 52 ára gamla fyrrverandi heimsmeistaranum. Hann fekk einans hálvtannað stig av sjey møguligum og tykist útbrendur.
Hans Kristian í Norra
Føroyski normjagstrarin Hans Kristian Simonsen luttekur í einari IM-kapping í Gausdal. Í skrivandi løtu hevur Hans Kristian tvey stig av sjey møguligum, og tískil eingin normur á hesum sinni. Føroyingurin hevur ikki fingið góða spælið frá IM kappingini í Klaksvík á glið, hevur higartil einki talv vunnið í Gausdal, men vónandi fær hann ein góðan enda á kappingini. Ellivu umfør skulu telvast.
Martin Poulsen fer í næstum til Ungarns at telva tí kendu 1st Saturday kappingina. Hesar verða leiktar hvønn mánaða, altíð við byrjan tann fyrsta leygardagin í mánaðinum. Í novembur byrjar kappingin 1. novembur, og Martin er sloppin í IM-bólkin. John Arni Nilssen vann sær sín seinna IM-norm júst í somu kapping í august.