Vildu ikki fara niður um 12% í lønarhækking

Ársins fyrsta verkfall er nú veruleiki og tað skal nógv til at finna eina semju

Verkfall
 

- ­Tað er rættiliga langt ímillum partarnar.
Tað er tann turra staðfestingin hjá Gunnleivi Dalsgarð.
Ársins fyrsta verkfall er nú veruleiki, eftir at allir 200 limirnir hjá Starvsmannafelagnum á Føroya Tele, løgdu arbeiðið niður í gjár.
Og formaðurin í Starvsmannafelagnum, sigur, at soleiðis sum støðan var, kundi tað ikki enda við øðrum enn verkfalli.
Tað er Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum samráðist fyri Føroya Tele og sáttmálin gekk út 1. mars og síðani hevur verið roynt at finna semju.
Tað hevur eisini gingið fínt, heilt til tey fóru at tosa um sjálva lønina, tí tá kom ordiliga stígur í.
Tað endaði við, at semingsmenninir vórðu tilkallaðir. Teir hava allar hesar seinastu dagarnar roynt at finna eina semju um lønuna, men tað eydnaðist ikki og sostatt fór meginparturin av arbeiðsfólkinum til hús seinnapartin í gjár.
 
Friður má kosta eyka
Gunnleivur Daslgarð sigur, at upprunaliga varð tosað um ein vanligan eitt ella tvey ára sáttmála, men tað, sum limirnir í Starvsmannafelagnu kundu fáa í lønarhækking, varð so lítið, at tað kundi als ikki koma upp á  tal.
- Tí var tað óvanliga hugskot fostrað at gera ein fýra ára sáttmála.
Formaðurin í Starvsmannafelagnum sigur, at tað hevði givið arbeiðsfrið í heili fýra ár, men tað eigur sjálvandi at kosta nakað eyka. 
-Tað eigur at vera dýrt at fáa tryggjaðan frið í fýra ár, men arbeiðsgevararnir vóru ikki sinnaðir at betala tann prísin.
Gunnleivur Dalsgarð sigur tað endaði við, at semingsmenninir løgdu eitt uppskot fyri partarnar, sum gav limunum í Starvsmannafelagnum eina hækking í løn og eftirløn upp á tilsamans 8,3% í einum fýra ára sáttmála.
- Hetta er alt ov lítið til at tað kundi koma upp á  tal at góðtaka tað sigur hann.
Hann sigur, at skala talan vera um ein fýra ára sáttnála, vil Starvsmannafelagið ikki fara niður um eina hækking í lønum og eftirlønum upp á 12%.
Sostatt er langt ímillum partarnar, staðfestir hann.
- At fáa 8,3% í fýra ár, er heilt burturvið, leggur hann afturat, men vit mettu annars, at hetta var ein fyltur møguleiki at skapa støðufesti í einum longum áramáli.
Gunnleivur Dalsgarð heldur, at tað eru samráðingarnar við arbeiðarafeløgini um eitt ár, sum hava spøkt í høvdinum á arbeiðsgevarunum.
- Eg haldi ikki, at arbeiðsgevararnir í hesum føri hava hugsað nóg nógv um, hvat tænir Føroya Tele best. Eg haldi, at teir hava meiri hugsað um at at halda støðið so lágt sum gjørligt fyri at kunna brúka hendan sáttmálan sum fyrimynd, tá ið samráðingarnar vera við arbeiðarafeløgini um eitt ár.
Tað skerst heldur ikki burtur, at Arbeiðsgevarafelagið hevur víst á støðið í teimum sáttmálum, sum eru gjørdir og tí vildu teir ikki fara uppum 8,3% í lænarhækking.
Men tað góðtekur Starvsmannafelagið ikki.
­- Sáttmálarnir, sum eru gjørdir, eru gjørdir undir heilt øðrvísi fortreytum og tað er søga. Nú er støðan í samfelagnum ein heilt onnur, tí stór framgongd hevur verið í búskapinum og tað eigur sjálvsagt at síggjast aftur í sáttmálunum, sigur Gunnleivur Dalsgarð.