Hondbóltur
Einki er at ivast í, Neista-menn iðraðu seg eftir dystin móti VÍF mikudagin. Bara átta sekund fyri leiklok høvdu teir annars møguleikan at avgera alt. Áki Mørk fintaði seg leysan, men hann misnýtti møguleikan, og so kundi VÍF kontra. Agnar Joensen streyk avstað. Spældi Inga Olsen blankan, og so stóð 33-32 á talvuni við einum sekundi eftir at spæla.
Tóku ikki av
Somikið stórur var spenningurin í Vestmanna hesa seinastu løtuna, og sum heild var talan alla tíðina um ein javnan dyst. Kanska var spælið ikki av tí besta, men dramatikkurin og nervin helt sær alla tíðina.
Hjá VÍF vóru nakrar broytingar gjørdar á liðnum. Áki Olsen, sum tó eisini var við ímóti Kyndli herfyri, fekk nú nakað meira av spælitíð á bakkinum, soleiðis at hann kundi avlasta stórabeiggjan, og eisini John Zachariassen var nú aftur at síggja, eftir skaðasteðg.
Tað gekst tó striltið at sleppa frá Neistanum. Ikki minst tí Jota í bláa málinum stóð seg hampuliga væl í fyrra hálvleiki, har hann fleiri ferðir steðgaði vestmenningum í góðum skotstøðum.
Fyrstu løtuna av seinna hálvleiki var tó um reppið, at alt skrædnaði. VÍF smekkaði trý mál á rað inn, men Neistin fekk svarað aftur, og so gekk tað seigliga fram móti dystarenda. Seinasta korterið ella so vóru tað gestirnir, sum tóktust hava munin, men frá vestmenningunum sluppu teir ikki. Eitt mál á muni, javnleikur, eitt mál á muni?
Og so vórðu tað sum sagt at enda vestmenningarnir, sum sluppu at avgera, men tað var so ikki uttan drama. Sum nevnt, so hevði Áki Mørk gyltan møguleika fá sekund fyri hesum, og við støðuni 31-31 hevði sami leikari møguleika við brotskasti. Sum ikki einaferð, so fekk Dejan Lacok tó vart fyri hesum, og so slapp VÍF framum. Neistin javnaði til 32-32, og tá VÍF so eftirfylgjandi brendi, kundu teir bláu tikið stigini, men tað varð so av ongum.
Minimalisma
Og so er VÍF aftur oddalið. Átta stig fyri fimm dystir er so avgjørt góðkend úrtøka, og einki er at ivast í, at tey í Vestmanna er væl nøgd um hetta. Ikki minst tí liðið væntandi verður væl sterkari í bæði verju og álopi, tá Sámal Joensen aftur fær spælt.
Onkur vil kanska siga, at sigrarnir hava verið lítið sannførandi, og tað sæst so eisini aftur á talvuni, har málmunurin enn er negativur. Men tað leggja vestmenningar helst líka í. Og sum ein klókur maður einaferð hevur sagt. »Skjýtur tú eitt mál meira enn mótstøðuliðið í hvørjum dysti, so verður tú heilt víst meistari!«.
Fakta um dystin
VÍF-Neistin 33-32 (19-19)
Málskjúttar
VÍF: Ingi Olsen 11(4), Áki Olsen 5, John Zachariassen 5, Áki G. Olsen 5, Agnar Joensen 4, Harald Bjørgvin 1, Daniel Rápa 1, Jákup S. Andreasen 1
Neistin: Áki Mørk 11(3), Dann Thorleifsson 7, Helgi Michelsen 3, Blagoje Buha 3, Ræni Slættanes 3, Damir Oros 3, Ólavur Brimnes 2
Brotskøst: VÍF 4, Neistin 5
Útvísingar: VÍF 2, Neistin 1
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen.