Flogbóltur
Eftir at tær í fleiri ár hava verið roknaðar sum okkurt slag av bleytari millumvøru í føroyskum kvinnuflogbólti, tykist KÍF í ár gera eina heilt ítøkiliga roynd at vinna seg upp móti oddinum.
Fleyr upp frá
Undan árinum fekk liðið styrk við útlendskum leikarum, og nú tveir dystir eru leiktir, kann ikki annað enn stafðestast, at liðið verður tungt at syfta í ár. Fyrst tóku tær ímóti einum nakað viknaðum meistaraliðið úr Fuglafirði, og her var eingin bøn, tá ÍF varð sent heim við ongum. Sunnudagin var tað so TB, sum var á vitjan, og tó at tað hesa ferð gekk heldur javnari fyri seg, so var tað aftur KÍF, sum stóð við stigunum, tá avtornaði.
Fyrstu løtuna var enntá líkt til, at TB skuldi gerast offur fyri einum røttum avsmurningi, men eftir at KÍF tók hetta settið við 25-10, so fótaðu gestirnir seg kortini nakað. Næsta settið góvu tær KÍF harða mótstøðu, og tá TB so í triðja settinum minkaði til 2-1, kom spenningur av álvara í. Men kollfirðingarnir hildu tó fast. Við 25-20 tóku tær fjórða settið og harvið stigini, sum altso halda KÍF heilt frammi í oddinum.
Her mugu tær tó fyribils smyrja sær við, at Mjølnir eisini ger um seg. Klaksvíkskvinnurnar vitjaðu um vikuskiftið á Kambsdali, har tær vunnu ein tryggan sigur á meistarunum úr Í. Fyrsta settið var kanska nakað av spenningi í, men eftir at Mjølnir tók hetta, so var ongan tíð nakar ivi um, hvønn vegin alt skuldi fara.
Seinasti dysturin var í Gundadalshøllini, har Fleyr hevði vitjan av Drátti.
Við styrkinum hjá KÍF varð frá fleiri síðum mett, at Fleyr fór at fáa tað meira enn trupult í botninum av talvuni, men móti Drátti vístu tær kortini, at knotur eru í liðnum. Alt sá annars út til at ganga eftir ætlanini, tá Dráttur tók tey bæði fyrstu settini, men so raknaði Fleyr við. Tær tóku sær av triðja settinum, og sum um tað ikki var nóg mikið, so tóku tær sær eisini av teimum báðum næstu, soleiðis at tær eftir ein harðan fimm-settara stóðu við stigunum, og tað fær ikki annað enn verið ein kraftig ávaring til hini liðini um, at tey so avgjørt ikki skulu taka nakað fyri givið, tá Fleyr stendur hinumegin netið.
Tøtt dystarskrá
Komandi dagarnar stendur annars nógvur flogbóltur á skránni Týskvøldið hevði KÍF vitjan av Drátti, og fríggadagin skal Fleyr taka ímóti ÍF. Um vikuskiftið verða so fýra dystir afturat. Leygardagin eigur Mjølnir heimavøll móti Drátti, samstundis sum TB vitjar á Kambsdali. Og sunnudagin skal Mjølnir so til Trongisvág, har tað líkist einum sonnum braki, meðan KÍF á pappírinum hevur heldur lættari uppgávu, tá tær taka ímóti Fleyr. Men tølini á pappírinum hava higartil í ár sýnt seg sum heldur svikalig, so tað kundi væl verið, at talan eisini tá verður um stóran spenning.