Sjeynda tapið á rað hjá Hannover í týsku bundesliguni

Tað gongur illa hjá Vilhelmi Poulsen og liðfeløgunum at fáa stig

Sjeyndu ferð á rað í dysti í týsku bundesliguni mátti liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf av vøllinum uttan stig.

 

Í kvøld tapti Hannover í ZAG Arena 32-35 fyri Flensburg-Handewitt. Í steðginum vóru flensburgararnir á odda 18-13.

 

Vilhelm megnaði at skjóta eitt mál í trimum málroyndum.

 

Hannover-Burgdorf er nummar 10 í deildini við 22 stigum. Teir hava 11 stig niður til niðurflytingarstrikuna, og 16 stig upp til plássini sum geva evropeiska luttøku.

 

Í morgin klokkan 14 taka Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin móti Leipzig í Max Schmelling høllini í Berlin. Berlinarnir mugu vinna, tí í løtuni eru teir við 40 stigum trý stig aftanfyri Flensburg-Handewitt, ið er á øðrum plássinum sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.