Tað endaði við 2-1 sigri til gestirnar, tá ið B68 í góðveðrinum í kvøld hevði vitjan av grannunum í NSÍ.
Inntil tað restaðu átta minuttir, reið tað um snarið. Støðan var 1-1, og tað vóru støður og møguleikar í báðum endum. NSÍ var meiri á bóltinum, men heimaliðið vann bestu og størstu málmøguleikarnar.
Tá ið ein stórur tími var farin, varð Ahmed Latif spældur leysur á miðásinum. Hann rann frá verjuni, men tá ið hann royndi at seta bóltin framvið NSÍ málverjanum, so bjargaði Kristian Joensen meistarliga væl. Og tað gjørdi væl upplagdi Kristian Joensen fleiri ferðir bæði í fyrra og seinna hávleiki og eisini, tá ið tað restaðu tveir minuttir, og Djóni Samuelsen royndi seg.
Sigursmálið skoraði vongverjin í vinstru Jann J. Benjaminsen, tá ið tað restaðu átta minuttir. Framleggingin var úr høgru frá innskifta Markus Klein Danielsen, og mitt fyri málinum og úr stuttari fjarstøðu fluktaði Jann J. Benjaminsen bóltin í málið. Verjuspælararnir hugdu uppá hvønn annan og undraðust um, at tað bar til hjá einum at teimum gulu at vera so leysur og í so góðari støðu.
Tað var eisini eftir uppspæl og hyvirlapp í høgru, at NSÍ skoraði fyrra málið. Marius Kryger Lind átti uppleggið, og við nærra stólpa var tað Aron Knudsen, sum setti bóltin dygst inn við nærra stólpa.
NSÍ var væl meiri á bóltinum í fyrra hálvleiki, og tað vóru spentar støður frammanfyri heimamálið. Eftir steðgin fekk B68 betri fatur á spælinum, og fýra minuttir eftir steðgin eydnaðist tað at javna. Tað var eftir horna og smáspæl, at Marjus Nón legði innfyri úr høgru, og Sebastian Lau Nielsen rann fram í bóltin og stýrdi hann í handara síðunetið.
Ahmed Latif og Patrick Mensah vóru tryggir í uppspælinum og Hanus Højgaard og Djóni Samuelsen vóru sera arbeiðssamir.
At NSÍ endaði omaná hevði ivaleyst eisini nakað við skiftingarnar at gera. Bonkurin hjá teimum gulu var breiðari, enn hann var hjá heimaliðnum, og tá ið Michal Przybylski varð skiftur inn, var tað meiri enn einaferð, at hann var heilt tætt við at skora.
Annan sunnudag fer B68 til Klaksvíkar, og tá fær NSÍ vitjan av 07 Vestur.










