Hann tosaði og reyvin gekk. Eitt fullsett Norðurlandahús sá fríggjadagin ein vælupplagdan og undirhaldandi Bjørn Lomborg greiða frá sínum sjónarmiðjum um orku og umhvørvi. Hittinorðaði danin er ein royndur fyrilestrarhaldari, og hóast meginparturin av fyrilestrinum hjá Lomborg var bygdur um turr hagtøl, varð fyrilesturin ongantíð tungur at lýða á.
Bjørn Lomborg dugdi væl at taka dømi úr gerandisdegnum fyri lýsa síni sjónarmið. Uttan mun um tú ert samdur við boðskapinum hjá honum, skert ikki burtur, at Lomborg er áhugaverdur at lurta eftir, og hetta tóktist eisini verða niðurstøðan hjá fleiri av áhoyrarunum, tá fólk um fimmtíðina leitaðu sær í forhøllina eftir fyrilesturin.
Kortini vantaði nakað í Norðurlandahúsinum fríggjadagin.
Lítið bit í
Tað var landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, ið hevði boðið Bjørn Lomborg til Føroya at geva sítt íkast til framtíðar orku- og umhvørvispolitikk í Føroyum. Eitt pallborð við Poul Arna Jacobsen, Jógvan Mørkøre, Johnny í Grótunum og Boga Hansen setti Bjørn Lomborg spurningar eftir fyrilesturin.
Veruligt bit kom ongantíð í samskiftið millum føroyska pallborðið og Lomborg, tí partarnar høvdu ilt við at tosa sama mál. Spurningarnir frá pallborðinum fevndu rættiliga breitt. Lomborg var biðin um at hava eina støðu til alt frá pengum til herðnaðardubbing kontra umhvørvi, framtíðin hjá Golfstreyminum, føroyska monopolið á orkuøkinum og føroyska luftdálking
Sum áhoyrari tóktist spurningarnir ofta verða óskipaðir, og hetta hevði við sær, at kjakið millum føroyska pallborðið og Lomborg gjørdist tamt.
Føroyska pallborðið royndi eisini at fáa danan at taka støðu til átrokandi spurningar um føroyskan orku- og umhvørvispolikk, men tað kom týðuliga til sjóndar, at Bjørn Lomborg kendi lítið til føroysk viðurskifti, og tí helt hann seg aftur at svara spurningum.
Spell
Tað er gleðiligt, at landsstýrismaðurin í orkumálum hevur tikið stig til at orða ein framtíðar orku- og umhvørvispolitikk fyri Føroyar. Orka- og umhvørvi eru økið, ið fylla nógv í samfelagskjakinum í flestu londum, men í Føroyum hava vit havt ilt við at fáa glið á kjakið.
Bjarni Djurholm segði seg vóna, at fyrilesturin hjá Lomborg fór at verða startskotið á kjakinum um orku og umhvørvi í Føroyum, men hetta eydnaðist ikki veruliga. Tá fyrilesturin var av fríggjadagin sat tú við eini ørkymlandi kenslu.
Gamaní vart tú blivin greiður yvir, hvat Lomborg stendur fyri, men spurningurin, hvat hann ítøkiliga skal nýtast til í føroyska kjakinum, stendur framvegis ósvaraður.
Hetta er eitt sindur spell, tí endamálið við at bjóða Lomborg til Føroya var at birta lív kjakið um føroyska orku- og umhvørvispolitikk.
Drúgvar royndir
Bjørn Lomborg vísti fríggjadagin, at hann hevur verið í mongum orðadráttum um síni umstríddu sjónarmið á orku- og umhvørvisøkinum. Hann hevur millum annað verið í væl umtóktu kjaksendingini HARDtalk á BBC.
Føroyska pallborðið royndi at seta Lomborg upp á pláss, men danin var sannførandi og skjótur at svara aftur. Við sínum eyðkenda hittinorðaða stíli kom Bjørn Lomborg ongantíð veruliga í trupulleikar í Norðurlandahúsinum. Hann hevur óivað fingið somu spurningarnar aftur og aftur, og aftursvarini kennir hann sum sín egna lumma.