Vildu ikki góðtaka hann sum lærara, tí hann dugdi ov lítið úr Bíbliuni

Røðan sum Vilborg Michelsen helt, tá minnisvarði yvir pápa hennara, skaldið Poul F. Joensen, varð avdúkaður í Froðba sunnudagin

Fyrst av øllum vil eg takka fyri at eg eri biðin um at avdúka minnisvarða eftir pápa mín Poul F.

 

Pabba var føddur í Sumba 1898, elstur av 9 systkjum.

 

Pabba fór sum aðrir ungir dreingir til sjós, men gavst skjótt við sjólívinum, mamma mín hevur fortalt mær, at pabba hevði sagt henni, at ein av grundunum til at hann ikki valdi sjólívið til sítt lísvsstarv var, at hann misti sín besta vinmann á sjónum.

 

Pabba fór bert 15 ára gamal til Havnar á læraraskúla, har hann millum annað gekk á skúla saman við Victor Danielsen. Eftir lokna útbúgving fór pabba aftur til Sumbiar, har hann var eina tíð. Eg havi hoyrt at pabba skal verða yngsti næmingur, ið hevur lokið prógv frá læraraskúlanum.

 

Í 1920 fekk pabba starv í Froðbiar skúla, og kom hann at búgva hjá skyldfólkum sínum í Kristinhúsi á Hamri. Tá rann saman ímillum mammu og pabba, og blivu tey borgarliga vígd av unga sýslumanninum Kristian Djurhuus, sála, inni í stovuni hjá abba mínum Johannes í Kelduni. Mamma hevur fortalt mær, at har um leiðir var ikki vanligt við borgarligum vígslum, so tað vóru mong ið settu spurnartekin við um vígslan í stovuni hjá abbanum var gildug.

 

Pabba var so lærari í skúlanum á Hamri í nøkur fá ár. Ágangurin ímóti honum av ávísum persónum førdi so til, at pabba varð sagdur úr starvi í Froðba. Pabba segði fyri mær, at hesir persónar, ið fingu hann úr starvi, teir liggja allir undir grønu torvu, teir vildu ikki góðtaka hann sum lærara, tí hann dugdi ov lítið úr Bíbliuni, tað vil siga at næmingarnir fingu ov lítið av andaligari føði, og tí var pabba ikki kompetentur at undirvísa teirra børnum, men pabba var ikki ein, ið bar hatur til nakran , hann segði altíð; “ sama ger, lat fara”.

 

Sostatt bleiv lívstarvið hjá pabba ikki lærari, men hann bleiv arbeiðsmaður, var eisini valdur í sóknarstýrið í 12 ár.

 

Tað er ongin loyna, at pabba til tíðir dámdi gott tann sterka løðin, men hví? Je sigi sum hann sjálvur segði: “sama ger, lat fara”. Tað hevur nokk verið ein orsøk til tað. Mamma hevur sagt mær, at pabba var tilkomin maður, tá hann byrjaði at drekka.

 

Pabba var føroyingur, tjóðskaparmaður um ein háls.

 

Pabba og mamma giftust sum sagt í 1923, og búði hann á Hamri líka til sín deyðadag á Jóansøku 1970. Hann var ein góður pápi, og ogur høvdu ein góðan barndóm. Hann elskaði børn, seinni abbabørn, og annars øll børn.

 

At enda vil jeg takka Lions Club, Suðuroy, fyri henda minnisvarða um pápa mín, tøkk til Óla Holm, tøkk til Ljóm, tøkk til tykkum øll, ið er her eru møtt, og eina stóra tøkk til Hanus Johansen, sum eg meini hevur gjørt pápa mín so livandi aftur.

 

Friður verði við minninum um pápa mín Poul F. Joensen