Hvítarussland gav í dag 123 fangar leysar, harímillum móttakarin av friðarheiðurslønini Nobels í 2022, Ales Byalyatski.
Tað boðar amerikanska sendistovan í Litava frá, sambært tíðindastovuni Reuters.
Sambært sendistovuni fór leyslatingin fram sum úrslit av einum fundi millum forsetan í Hvítarusslandi, Aleksandr Lukasjenko, og amerikanska serliga sendiharran John Coale í Minsk.
Sambært Reuters fer USA at halda fram við samráðingunum við Hvítarussland um at fáa teir politisku fangarnar, sum eru eftir í landinum, leyslatnir.
Amerikanska sendistovan boðaði eisini frá, at amerikanskir ríkisborgarar eru millum teir 123 fangarnar, sum eru latnir leysir.
Lukasjenko hevur fongslað túsundtals mótstøðufólk, atfinnarar og mótmælisfólk síðani valið í 2020.
Valúrslitið elvdi til fleiri vikur av hópmótmælum í Hvítarusslandi.
Hvítarussiski mannarættindafelagsskapurin Viasna skrivar, at framstandandi mótmælisleiðarin Maryja Kolesnikava eisini er millum tey leyslatin.
Nobelvirðislønarvinnarin, Ales Byalyatski, hevur verið mótstøðumaður hjá Lukasjenko í nógv ár og stríðst fyri mannarættindum í Hvítarusslandi.
Hann varð hildin fangi í yvir 1.600 dagar.
/Ritzau/











