Smyril hevur avlýst

Smyril fór ikki av Havnini klokkan 16 í dag, sum ætlað.

 

Fyri veður er  túrurin avlýstur, og tað letur til, at Smyril siglir ikki meira í dag, tí ssl.fo skrivar, at kunning kemur seinni um, hvussu verður við siglingini í morgin.

 

Boðini frá ssl.fo eru hesi:

 

 Avlýsing á leið 7

 

Fyri veður er fráferðin av Havnini kl. 16:00 leygardag 13. desember avlýst. Kunning viðv. siglingini í morgin, sunnudag 14. des., verður tøk á heimasíðuni innan kl. 21.00 í kvøld.