Trý føroyingalið vóru í leiki í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum í dag.
Loksins eydnaðist tað Leivi Mortensen, Paula Jacobsen, Jónasi G. Djurhuus, Janusi Dam Djurhuus og liðfeløgunum í HC Keypmannahavn at vinna ein sigur hetta kappingarárið.
Á útivølli vann HC Keypmannahavn 35-32 á Norddjurs. Heimaliðið var á odda 13-12 í steðginum.
Leivur var við seks málum millum toppskjúttarnar hjá HC Keypmannahavn. Jónas skoraði fýra mál.
HC Keypmannahavn er næstaftast í deildini við fimm stigum fyri 15 dystir. HC Keypmannahavn hevur seks stig upp til Norddjurs, ið er á týdningarmikla fjórðaftasta plássinum við 11 stigum. Hevði Norddjurs vunnið í dag hevði føroyingaliðið verið 10 stig aftanfyri.
Pætur Mikkjalsson, Pauli Mittún og liðfelagarnir í Team Sydhavsøerne vunnu á útivølli ein tepran 33-32 sigur á Lemvig-Thyborøn. Í steðginum vóru suðuroyggjamenn á odda 19-16.
Pauli og Pætur skutu tvey mál hvør.
Team Sydhavsøerne er í løtuni fremst í deildini við 24 stigum. Skive hevur 23 stig á øðrum plássinum, men teir hava spælt tríggjar dystir færri enn suðuroyggjamenn.
Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel taptu á útivølli 27-33 (13-19) fyri HC Midtjyllandi. Talan er um fjórða tapið á rað hjá Vendsyssel.
Kjartan var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Vendsyssel.
Vendsyssel er nummar 10 í deildini við 12 stigum.











