Tá ið landsins einasti serskúli ikki hevur ráð til neyðugar leikur, er tað ein ávaring um, at rættindi hjá børnum, ið bera brek, framvegis ov ofta eru treytað av olmussu. MEGD mælir staðiliga til at børn, ið bera brek, sum skjótast verða tikin við í útbúgvingarskipanina.
Í tíðindunum 24. august nevndi Kringvarp Føroya, at Javni hevði søkt danska Elsassfondin og útvegað Skúlanum á Trøðni leikur fyri 100.000 krónur. Gávan kemur teimum 71 næmingunum og børnunum í frítíðartilboðnum til góðar. Javni og Elsassfondurin eiga hjartaliga tøkk. Tað sama eigur Skótahjálpin, sum áður hevur stuðlað uttandura spæliplássinum.
Men gleðin eigur ikki at fjala tann grundleggjandi spurningin: Hví skal landsins einasti serskúli vera bundin at gávum fyri at fáa neyðugar leikur og menningaramboð? Skúlastjórin hevur greitt frá, at fíggjarætlanin ikki rúmar keypi av neyðugum leikum. Gávur skulu kunna geva børnunum nakað eyka. Men tær eiga ikki at fylla hol í teimum grundleggjandi kørmunum.
Leikur eru eisini læruamboð
Leikur eru ikki bara stuttleiki. Gjøgnum leik menna børn samskifti, rørslu, skapandi evni, sosialar førleikar og sjálvbjargni. Tillagaðar leikur og sansaútgerð kunnu vera beinleiðis námsfrøðilig arbeiðsamboð, sum gera, at eitt barn kann læra, trívast og luttaka. Grein 30 í Breksáttmálanum undirstrikar eisini, at børn, ið bera brek, skulu hava javnbjóðis atgongd til leik, frítíð og ítrótt – eisini í skúlaskipanini.
Tá ið ein vanligur skúli keypir bøkur, teldur, innbúgv og undirvísingaramboð, verður tað roknað sum vanligur skúlarakstur. Tað sama eigur at vera galdandi fyri leikur, sansaútgerð og onnur menningaramboð á Skúlanum á Trøðni. Landið varðar av skúlanum, og saman við hesi ábyrgd má neyðug játtan fylgja við.
Vitan og tilmæli eru longu til
Tørvurin er ikki ókendur. Álitið um heildagstilboð í Skúlanum á Trøðni frá 2024 staðfesti, at innbúgvið í ovaru lonunum ikki var tíðarhóskandi og ikki hóskandi til eitt heildagstilboð. Mælt varð millum annað til eyka innbúgv og útgerð, dagføring av bygningi og ljóðviðurskiftum, ein bil ella minibuss og eitt tvørfakligt vegleiðaratoymi. Í kostnaðaryvirlitinum vóru umleið 450.000 krónur settar av til innbúgv og útgerð, og samlaði metti íverksetanarkostnaðurin var um 850.000 krónur, umframt ávísar dagføringar av bygninginum. Tá skúlin í 2026 kortini sigur seg ikki hava ráð til neyðugar leikur, er trupulleikin ikki vantandi vitan. Trupulleikin er vantandi politisk uppfylging og ein játtan, ið fylgir uppgávuni sambært gjørdum tilmælum.
Eftirlitsvitjanin hjá Barnanna umboðsmanni í mars 2025 styrkir hesa niðurstøðu. Umboðsmaðurin heitti á skúlan um beinanvegin at kanna munandi afturljóð og gera eina menningarætlan, tí ljóðviðurskiftini kunnu forða ljóðviðkvomum næmingum í at luttaka. Hann mælti eisini til eina stundisliga fakliga eftirmeting av læriætlanunum fyri næmingarnar og til at skipa greiðar, landsfevnandi loysnir fyri flutning. Tað var serliga sigandi lógin fyri skúlan ikki kundi fylgjast, tí nøktandi játtan ikki var sett av. Sostatt gav lógin ‘rættindi, ið í roynd og veru ikki góvu nakran rætt’. Hetta má sum heild ikki henda á skúlaøkinum, og so slett ikki fyri børn, ið bera brek, sum frammanundan kunnu vera í viðkvæmari støðu.
Greið tilmæli frá ST
Sambært Skúlablaðnum fór talið av næmingum í serflokkum úr 68 fyri tíggju árum síðan upp í 275 í 12 serflokkum skúlaárið 2025/26. Við næmingunum á Skúlanum á Trøðni og í tveimum øðrum serligum tilboðum vóru 361 næmingar tilsamans.
Endaligu viðmerkingarnar frá Brekrættindanevndini hjá ST í 2024 vístu á vøksturin í serskúlatilboðum og á vantandi rímiligar tillagingar, hjálpartól og persónlig hjálp hava elvt til útihýsing, skúlanoktan og óviljaða fráveru. Nevndin mælti tískil til, at børn, ið bera brek, verða tikin við í dygdargóða, fevnandi undirvísing; at forðingar fyri at luttaka í undirvísingarskipanini verða beindar burtur; at læraraførleikar og skúlar verða mentir; og at neyðugar stuðulsskipanir, eisini teknmál, verða tryggjaðar; og at landsfevnandi leiðreglur fyribyrgja fráfalli og tryggja javnbjóðis yrkisútbúgving við neyðugum tillagingum. Hetta skal gerast í tøttum samráði við og við virknari luttøku frá fólki, ið bera brek, gjøgnum umboðandi feløg teirra.
Nevndu viðurskifti kunnu ikki fremjast brádliga, men krevja langtíðar ætlan. ST-nevndin vísti tískil á, at Føroyar framvegis ikki eru byrjaðar at arbeiða sambært langtíðar brekpolitiskum virkisætlanum. Hon mælti Føroyum til at gera eina ætlan, sum fevnir um grein 24 um útbúgving og hevur ítøkilig mál, mátbær úrslit, nøktandi fígging og indikatorar til at meta um framstigini. Við at arbeiða við støði í ætlanum kann politiska skipanin gagnnýta so nógv sum møguligt av tøka tilfeinginum í landinum og støðugt flyta rættindini fram á leið so skjótt og munagott sum gjørligt. ST-sáttmálin loyvir ikki at bíða ov leingi við at seta rættindi í verk. Sostatt er neyðugt at seta mál, freistir og fígging. Bannið móti mismuni og skyldan at veita rímiliga tillagingar, m.a. í útbúgvingarskipanini, galda alt fyri eitt.
Landsstýrið eigur nú at gera tvey ting samstundis
Fyrst: tryggja Skúlanum á Trøðni eina varandi, tørvsgrundaða játtan til leikur, sansaútgerð og onnur neyðug amboð. Saman við fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eigur landsstýrið at almannakunngera, hvørji av tilmælunum í 2024-álitinum og hjá umboðsmanninum eru sett í verk, hvørji standa eftir, hvør hevur ábyrgdina, nær tey verða framd og hvussu tey verða fíggjað.
Síðani: gera eina fíggjaða langtíðar ætlan fyri dygdargóða og fevnandi undirvísing, ið ásetur neyðugt mál og mát (indikatorar). Ætlanin eigur hava eina greiða støðulýsing, fleirára fígging, ábyrgdarbýti, mál fyri lærara- og stuðulsførleika, hjálpartól og rímiligar tillagingar, og árlig mál fyri at styrkja vanligu skúlarnar og minka tørvin á sundurbýttum tilboðum. Børn, familjur, MEGD og limafeløgini skulu vera virkin við frá byrjan til eftirmeting.
Hetta eru ikki mótstríðandi krøv. Vit skulu tryggja rættindini hjá børnunum í verandi tilboðum nú og samstundis byggja eina skúlaskipan, sum í størri mun megnar at fevna um øll børn í nærumhvørvinum. Ein broyting má vera væl løgd til rættis; hon má ongantíð taka stuðul frá einum barni, áðrenn ein javngóð ella betri loysn er til reiðar.
Javni, Elsassfondurin, Skótahjálpin og onnur, sum hava stuðlað, hava gjørt eitt virðismikið arbeiði. Besti hátturin at virða hetta arbeiði er, at landið tekur fulla ábyrgd av sínum egna skúla. Gávur kunnu skapa gleði. Men fyri at rættindi veruliga skulu virka mugu tey skipast og fíggjast. Tað er munurin á olmussu og einum rættindagrundaðum vælferðarsamfelagi.
Vegna MEGD,
Ása Olsen, forkvinna











