Minnisløta
Miðvágur: - Nei, tað var illa statt her í bygdini, tá tað frættist at Nýggjaberg var farin.
- Hetta vóru ikki góð tíðindi, sigur Karl Joensen, sum misti ein beiggja við skipinum.
Sjálvur skuldi Karl havt verið við á hesum vanlukkuliga túri. Men ein annar maður, sum hann kendi, spurdi um hann ikki kundi sleppa við í hansara stað.
- Eg gav honum hesum familjumanninum - so loyvi til hetta.
- Og hann, sum bara skuldi vera við henda eina túrin ..., sigur Karl, fáorðaður.
Nýggjaberg fór til fiskiskap undir Íslandi, men tað hoyrdist einki frá honum aftur. Og sambært bókini "Stríðsárini 4" varð skipið søkt av týska kavbátinum U701 hin 7. mars 1942.
Stórstoytir
Hesi fyrstu krígsárini vóru baldrut og trupul hjá føroyskum fiskiførum.
Í bókini "Víkingasynir" greiðir J. Joensen soleiðis frá um hesi árini undir yvirskriftini "Stórstoytir":
- Royndarárið mikla, 1941, gekk út. Føroyar høvdu mist tað størsta skipatal, tær á nøkrum sinni hava mist eftir einum ári, og fólkaskaðin var líka so stórur sum eitt árið, tá verst vildi til í friðartíð, og tá ið hugsað verður um, hvussu nógv skip, ið fórust, kundi, um illa vildi til, fólkaskaðin verði so nógv størri.
522 ferðir gjørdu tey føroysku skipini til Bretland í 1941, 29.137 tons av fiski var farmur teirra, og fingu teir um 40 mill. fyri henda fisk.
1942 varð hildið fram við siglingini við sama lag; hetta árið gjørdu føroysk skip 528 ferðir til Bretlands við fiski. Vektin var 33.262 tons, og hesin fiskur varð seldur fyri um 43 mill. kr.
Men hetta var eisini Føroyum eitt dýrt ár; skipamissurin var meinur og fólkaskaðin stórur.
Ein lætti var tað, at flúgvaraálopini gjørdust ótættari; men tey vóru mein; tí av kríggsávum og ætlaðum kríggsávum mistu Føroyar í 1942 6 skip, og við teimum trimum av hesum skipum fórst so nógv fólk, at hvør missur fyri seg rakti so víða og tók so dygt.
"Vesturfarið" og "Nýggjaberg" hvurvu, og av manningini á "Tór II", sum varð søktur við torpedo, komu ikki fleiri enn 3 aftur.
- Stoytirnir vóru størri, raktu størri tal av fólki og nívdu meira meint, stendur altso skrivað í Víkingasynum.
Einkjur kring alt landið
Í bókarøðini "Stríðsárini" greiðir N. J. Arge meiri nágreiniligt frá tilburðinum, tá Nýggjaberg varð søktur av týska kavbátinum U701.
Hetta er ein sera áhugaverd frásøgn, sum m.a. byggir á dagbøkurnar hjá skiparanum umborð á kavbátinum, Horst Degen. Her sæst, at Nýggjaberg varð søktur undir Íslandi hin 7. mars 1942 kl. 23:15.
Her vísir høvundurin eisini á støðuna í landi, og hvussu meint hetta rakti Miðvág og onnur støð í landinum.
Í Miðvági sótu átta einkjur eftir við 32 børnum. Í Vestmanna ein einkja við seks børnum. Í Vági ein einkja við sjey børnum. Í Havn ein einkja við fýra børnum, meðan skiparin Mortan Mortensen á Argjum átti 12 børn, sum øll vóru tilkomin.