Royndur kroatiskur dómari dømir Føroyar-Kasakstan

Landsdysturin verður leiktur á uttanveltaðum vølli í Kroatia

Í morgin klokkan 17 skal føroyska landsliðið runda landsliðsárið av við einum venjingardysti móti Kasakstan, ið eisini eru lidnir við at spæla HM-undankappingardystir.

 

Dysturin verður leiktur á Stadion Aldo Drosina leikvøllinum í býnum, Pula í Kroatia. So okkara hava ikki havt eina langa ferð til hendan dystin. 

 

Kasakstan fekk ein flottan enda upp á HM-undankappingina við javnleiki 1-1 á heimavølli móti Belgia. 

 

Fyrr í hesari øldini hava vit spælt fýra dystir móti Kasakstan. Vit hava vunnið tveir teprar sigrar á heimavølli, ein dystur er endaður við javnleiki, og vit hava eitt tepurt tap á útivølli.

 

Tað verður ein royndur kroatiskur dómari, ið skal leiða uppgerðina millum Føroyar og Kasakstan. 

 

Talan er um 41 ára gamla dómaran, Duje Strukan sum hevur verið altjóða dómari síðani 2017. Duje Strukan hevur eisini dømt 188 dystir í bestu kroatisku fótbóltsdeildini.

 

FØROYAR-KASAKSTAN

 

Dómari: Duje Strukan CRO

Hjálpardómari 1: Goran Pataki CRO

Hjálpardómari 2: Hrvoje Radić CRO

Fjórði dómari: Mateo Erceg CRO