Nú Djóni Nolsøe Joensen verður løgtingsmaður aftur 1. desember, kann tað falla í hansara lut at gera av, um vit skulu hava fría fosturtøku til 12. viku í Føroyum – ella um gamla lógin frá 1956 skal halda fram.
Sum støðan er – og soleiðis sum gitt verður, so stendur á jøvnum millum tingfólk – tá vit ikki telja atkvøðuna hjá Djóna Nolsøe Joensen við.
Men tað er bara, um málið ikki verður avgreitt fyri 1. desember, sum tað valla verður.
Sambært kalendaranum hjá Løgtinginum, so eru tingfundir hesa vikuna í morgin og hósdagin. Verður álitið lagt fram í morgin, so kann málið koma til 2. viðgerð hósdagin.
Men í næstu viku eft eingin tingfundur. Og tað er tað ikki fyrr enn fríggjadagin 28. november, men tá er bert framløga á skránni, so tað kann málið ikki fara til 3. viðgerð.
Men tað veldst um, hvussu Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, skipar tingarbeiðið. Tað er hon, sum ger av, nær tingfundir eru, og hon kann broyta tað, sum hon vil.
Men síðani hon gjørdist forkvinna, hava tingfundir verið hildnir eftir skránni, sum verður løgd frammanundan.
Tá vit spyrja Djóna Noelsøe Joensen, um hann er líka sannførdur um at siga nei til uppskotið, sum hann var í 2022, so dregur hann eitt sindur uppá tað.
– Eg varnaðist ikki tá, at eg varð spurdur um fosturtøku fyri 12. viku í viðgongutíðini. Aðrastaðni eru tey farin nógv longri enn tað. Hinvegin, so tosa fleiri um at vera ímóti fosturtøku, men fyri tryggari fosturtøku, sigur hann. Men hann leggur dent á, at hann ikki vil viðmerkja málið nú, tí hann hevur ikki tikið sæti á tingi enn, og tað heldur ikki er vist, at hann fær høvi at viðgera málið, sum kann vera avgjørt áðrenn.
Greitt er í øllum førum – út frá gitingum og út frá, hvussu tingfólk atkvøddu seinast, at atkvøðan hjá Djóna Nolsøe Joensen kann verða avgerandi, og enn vita vit ikki, um at hann atkvøður ímóti ella fyri uppskotinum.











