Súlta málið um fosturtøku

Kemur álitið ikki úr rættarnevnd Løgtingsins í morgin, so kann uppskotið ikki avgreiðast fyri 1. desember

Eftir øllum at døma sútlar meiriltuin í rættarnevndini hjá Løgtinginum málið um at broyta fosturtøkulógina og harvið loyva fría fosturtøku til 12. viku í viðgongutíðini.

Malið fall sum kunnugt, tá tað var fyri í Løgtinginum í 2023 – 15 atkvøður vóru fyri og 15 vóru ímóti, og harvið fall málið.

Tá var tað landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sum legði tað fram. Hesaferð eru tað tingfólini Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum, Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum og Karlot Hergeirsson úr Framsókn, sum hava lagt málið fram.

Málið hevur verið til 1. viðgerð í Løgtinginum og verið viðgjørt í Løgtingsins rættarnevnd. Har hevur málið longu ligið alt ov leingi. Fyrst bað nevndin um longda freist, sum var til 7. november. Men tá varð álitið kortini ikki lagt fram, og tað er tað framvegis ikki, hóast vit nú skriva 17. november. Og tað er uttan loyvi frá løgtingsforkvinnuni.

Orsøkin er, at umboðini fyri Sambandsflokkin, Miðflokkin, Fólkaflokkin og Henrik Old úr Javnaðarflokkinum ikki eru liðug við sítt álit enn.

Kristianna Winther Poulsen og Ingilín Didriksen Strøm úr Javnaðarflokkinum saman við Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi, at hava skrivað sítt álit og latið tað inn.

Viðgerðin í nevndini er liðug, og bíðað verður ikki eftir nøkrum, so sum hoyringum ella annað. Bíðað verður bara til partarnir skriva sítt álit.

Tað gevur kanska meining hjá teimum fýra løgtingsfólkunum at dølla sær, tí kemur álitið ikki í tingið á tingfundinum í morgin, so verður málið ikki avgreitt fyri 1. desember. Og júst 1. desember verða tvær útskiftingar í Løgtinginum, tí tá taka Bjarni Kárason Petersen og Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismann, sæti á tingi, tí tann dagin fara teir frá sum landsstýrismenn.

Bjarni Kárason Petersen er fyri uppskotinum eins og Árni M. Dam, sum tann dagin fer úr Løgtinginum. 

Djóni Nolsøe Joensen segði við Sosialin í 2022 at hann var í móti fríari fosturtøku. Tá hann tekur sæti á Løgtingi, fer Kim Durhuus úr Løgtinginum. Kim Durhuus er fyri málinum.

Tí kann tað loysa seg hjá Helga Abrahamsen, Henrik Old, Steffan Klein Poulsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur at dølla sær eitt sindur meira, soleiðis at málið ikki kann koma til 2. viðgerð fyrr enn eftir 1. desember.

 

Fundur verður í rættarnevndini hjá Løgtinginum í morgin klokkan 11. Tingfundur er í morgin klokkan 13.