Hvat hevði Dupultkvartettin verið uttan Tórodd?

Tiltak: Upplestur í Norðurlandahúsinum v/ Tóroddi Poulsen

eftir Carl Johan Jensen



Seinnapartin sunnudagin gekk ein yrkjari fram á gólv at lesa upp úr verkum sínum. Hetta hendi í Kringluni í Norðurlandahúsinum og átti í sjálvum sær ikki at verið tíðindavert. Yrkjarar trína so javnan fram við mis-miklum kurteisi á kaffihúsum, tilhaldum og bókasøvnum kring landið. Kortini, eitt var sum gjørdi skil millum hendan og ymsar aðrar yrkjarar, sum í hesum døgum leggja blaðteigar, tíðarrit og kjaksíðupláss undir seg. Yrkjarin, sum fekk ljóð í Kringluni, var eingin útsíðu-yrkjari, (t.e. ein, sum tunnliga yrkir útsíðuna uppaftur á útsíðuni av onkrum, sum varð yrkt undir kendum nøvnum í øðrum londum fyri einum mansaldri ella longur síðani). Nei. Hetta var yrkjari í orðsins sonnu merking, eitt skald, sum ikki bert skavar í alskyns útsíður (grót, kopar, við o.a.), men eisini leitar afturundir útsíður (í samfelagnum sum í tilveruni sum heild) og fimliga dugur at skjóta seg niður í málið, djúpt, og lyfta upp í ljósmálan tey fjølmongu brigdi, tvørsagnir og undarligu skiftingar, sum tilsamans gera okkara føroyska og felagsmennaskjansliga samtíðartilvit.
Stutt sagt her var Tóroddur Poulsen komin eitt rend heim á klettarnar úr útisetuni í Keypmannahavn.
Tað er, sum onkur av áhoyrarunum í Kringluni tók til aftaná, í sjálvum sær ein rár hending, ja mest sum ódømi, at ein føroyskur yrkjari (óhjálptur av alskyns el-bornum kling- og klangi og/ella uppvørpu-pretum) skal kunna lesa úr egnum verkum í úti við ein tíma uttan at elva hjástøddum eitt einasta geisp, ja enntá fáa fólk at flenna.
Tóroddur Poulsen las úr fýra seinastu bókum sínum: Svøvnlendingur rættar kumpass (2003), Eygnamørk (2004), Morgunbókin (2005) og Hvat hevði Munch verið uttan Dupultkvartettina í Ebenezer (2006).
Sum upplesari hevur Tóroddur sama lagið á sum tá ið hann yrkir (ja, tú fært mestsum varhugan av, at hann yrkir tekstirnar so hvørt sum hann lesur teir). Upplesturin hevur ein óbundnan dám, ið hálvavegna minnir um Kingo-sang (t.e. ektaðan Kingosang sum Carl Julian Svaba lýsir hann í ferðasøgu síni úr Føroyum um 1830 og seinni Viderø). Upplesturin legst á sansir og sinnið sum gráðar á vatn ein hálvvindsaman dag. Gáloysin og óspektur. Kemur ymsar vegir í mislongum, misskjótum sveipum. Summir dimmari enn aðrir. Men hóast hann at hoyra til er agaleysur samsvarar hesin upplestrarhátturin væl við yrkingarnar, lopini í teksttilgongdini, skiftini í huglagnum, ta tvørvendu skilvísina (ið leingi hevur verið eitt meginstíleyðkenni í tekstunum) og ikki minst humorin (sum ikki fer verri av, at Tóroddur tekur sær fyri at herma viðhvørt, eitt nú tá ið hann las yrkingina Pseudsider (lesarin kann sjálvur ætla, hvørjum ið hermt varð eftir)).
Samanumtikið kann sigast um tiltakið í Klingruni sunnudagin, at Norðurlandahúsið skammleyst kann skipað fyri fleiri slíkum upplestrum, um upplesararnir verða valdir við sama ansi fyri dygd, sum tað hevur hepnast at gera hesa ferð.

Spyrst so livst


(Til teirra sum hava høvuðbrýggj av spurninginum í yvirskriftini. Eitt møguligt svar kundi verið: Sex-tett)