Hann hevur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, ein grein 52a fyrispurning um, hvørt ein atkvøðuseðil kann gera, at løgtingsval verður ógildað.
Spurningarnir hjá Helga Abrahamsen eru soljóðandi:
1. Kann ein einstakur atkvøðuseðil vera avgerandi fyri, at eitt løgtingsval verður ógildað, eins og hent er við kommunuvalinum í Runavíkar kommunu?
2. Hevði tað borið til í sambandi við eitt løgtingsval at havt umval á bara einum valstaði, hóast øll sum skuldu velja á tí valstaðnum kendu úrslitið av valinum í restini av landinum frammanundan?
Í viðmerking til fyrispurningin vísir Helgi Abrahamsen at, at Løgmálaráðið hevur lýst umval í Runavíkar kommunu. Orsøkin er, sambært fráfarna landsstýrismanninum, at í sambandi við kommunuvalið tann 12. november 2024 varð kært um møguligt valsvik á valstaðnum í Oyndarfirði. Kært varð um ein einstakan atkvøðuseðil, sum bleiv avgerandi fyri, hvør av tveimum persónum fekk sess í býráðnum. Málið varð samstundis meldað til løgregluna, sum eftir drúgvar kanningar hevur reist ákæru móti einum persóni um valsvik.
– Hetta merkir, at orsakað av bara einum atkvøðuseðli, skulu fleiri enn 3.000 veljarar aftur á val tann 13. januar 2026.
– Til løgtingsval eru Føroyar eitt valdømi, har slakir 40.000 veljarar hava valrætt. Um ein atkvøðuseðil kann vera orsøk til umval á einum kommunuvali, er áhugavert at vita, um tað sama kann henda á einum løgtingsvali. Tí verður hesin fyrispurningurin settur, sigur Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum.











