Tíðindaskriv:
Tað er frá tí, at fyrstu javnaðarfeløgini vóru stovnað, til Maurentius Viðstein fór frá sum formaður. Bókin lýsir eisini sjónarmið hjá Sambandsflokkinum og Sjálvstýrisflokkinum, og gevur hon tískil innlit í politiska kjakið, sum fór fram í sama tíðarskeiði.
Tað er Petur Old, søgufrøðingur, sum hevur skrivað bókina.
Javnaðarrørslan hevði frá byrjan samband við donsku Socialdemokratarnar, men tá ið javnaðarfeløg í 1925 vórðu sett á stovn, fanst longu eitt sosialistiskt umhvørvi í Føroyum. Hetta umhvørvið hevði tilknýti til fakfeløgini, men eisini til Sjálvstýrisflokkin, har fleiri av fyrstu javnaðarmonnunum høvdu sín politiska uppruna. Og júst mótsetningurin millum danskar socialdemokratar og sjálvstýrissinnað javnaðarfólk elvdi eisini til ósemjur frá byrjan av, og myndaði hetta o.a. flokkin fyrstu árini. Tað gingu sostatt næstan tíggju ár, áðrenn flokkurin fótaði sær hugsjónarliga og skipanarliga, og tað eru m.a. hesi viðurskifti, umframt mangt annað, sum bókin lýsir.
Bókin, sum fæst í bókahandlunum, er grundað á søguligar keldur, og nógvar av teimum eru nústani komnar undan kavi.











