Fótbóltur
B36 hevur neyvan spælt betri í ár, enn teir gjørdu fyrra hálvleik í Gundadali sunnudagin. Í góoðveðrinum varð NSÍ snøgt sagt sópað av vøllinum, tá væl uppløgdu heimamenninir nýttu bæði breidd og dýpd í álopsspælinum, eins og teir við einum krútsterkum miðvølli vunnu mest sum allar returbóltar.
At tað ikki eydnaðist teimum at fáa meira enn tað eina málið, kunnu teir bert takka sær sjálvum fyri. Bæði Bergur Midjord og Sylla áttu sínar møguleikar, eins og talan í fleiri øðrum førum varð um heilar og hálvar kjansir.
Einsamalla málið mátti Jens Martin Knudsen taka á sín kappa. Hann metti skeivt, tá hann fór út eftir longum bólti, og tá Hanus Thorleifsson var fyrri á hesum, noyddist veteranurin at toga mótspælaran niður. Einasta merkisverda við dóminum var, at Jens Martin ikki fekk kort fyri hendingina.
Lyklaspælarar fóru út
Brotssparkið setti Mikkjal Thomassen í netið við einum dundurskoti, og so søkti heimaliðið eftir næsta málinum. Neyvan hevði nakar mótmælt, um Fróði Benjaminsen fekk brotsspark, tá hann varð feldurí gjøgnumbrotsroynd, men eins og í dystinum annars, so var tað nær við og næstan hjá B36.
Og tað kostaði dýrt, at B36 ikki fekk tikið av møguleikunum. Gjøgnum seinna hálvleik royndi NSÍ miðvíst at arbeiða seg alt meira inn í dystin. At ein útlúgvaður Sylla noyddist av vøllinum dróg nógvar tenn úr kontra-spælinum hjá B36, og tá so Fróði Benjaminsen varð skumpaður niðan, samstundis um Mikkjal varð skiftur út, fekk NSÍ brádliga tak um miðvøllin.
Sæð í so væl kenda bakspeglinum, so er einki at ivast í, at B36 bakkaði ov langt eftir hæli seinastu løtuna. Møguliga var orkan eisini farin at ganga undan í nógva hitanum, og í øllum førum gekk meira og meira fyri seg framman fyri málinum hjá Jákupi Mikkelsen.
Serstakliga var talan í fleiri førum um vandamiklar deyðbóltar, og upp á ein av hesum eydnaðist eisini NSÍ at javna. Eitt mál, sum Jákup Mikkelsen mundi eiga sín lut í.
Lykladystur í Runavík
Javnleikurin bar við sær, at bæði liðini løgdu seg ájavnt EB/Streymi í oddinum á talvuni. Og hetta kunnu runavíkingar helst vera best nøgdir um. Eisini hóast teir kansku kundu tikið alt, var hepnið av álvara við teimum. Men teir mundu tó fegnast um, at Fróði Benjaminsen rakti skeivu megin stólpan einar tríggjar minuttir inn í yvirtíðina.
Higartil hevur tað fyri tað nógva eydnast hjá vespunum at halda taktina við hini oddaliðini, og megna teir at taka trý stig, tá teir fáa vitjan av HB komandi vikuskiftið, fer tað at síggja heilt spennandi út.
Hjá B36 mundi tað hinvegin kennast, sum høvdu teir tapt tvey heldur enn vunnið eitt stig. Gaman í lyfti javnleikurin teir upp á oddasessin, men ivaleyst munnu teir svørt/hvítu hugsa meira um, at teir við sigri kundu leggja seg einsamallar á odda.
Ivaleyst fer Kurt Mørkøre eisini at seta skotvenjing á skránna komandi vikuna. Tí við somikið stórari yvirvág eigur effektiviteturin hjá einum oddaliði at vera størri.