Unglingar
Tað eydnaðist runavíkingunum at vinna FM-heitið, tá finalan í unglingadeildini varð spæld á Skála mikukvøldið.
Veðrið, sum annars hevur argað nakað hesa seinastu tíðina, var av tí allarbesta, og tó at tað var nakað kalt í luftini, so vóru fótbóltslíkindini so góð, sum tey kundu vera.
Javnt fyri steðgin
Fyrri hálvleikur var fyri tað heilt nógva sera javnur. NSÍ, sum kanska vórðu mettir sum favorittar, høvdu eitt sindur trupult við at fáa glið á spælið. Kropsliga vóru teir kanska omaná, men skal tosast um skipað spæl, so hevði HB eina lítla yvirvág.
Ikki minst megnaðu havnarmenninir í nøkrum førum heilt væl at føra bóltin róliga niðaneftir, fyri síðani at gera skjótt av, soleiðis at kantarnir vórðu sendir avstað. Serliga í høgra borði eydnaðist hetta væl, men tað var tó ov sjáldan, at talan gjørdist um teir heilt ítøkiligu møguleikarnar, tá sent varð innfyri.
Í hinum endanum megnaði NSÍ tó nakrar ferðir at skapa sær vandastøður eftir kontra-álop. Ta einu ferðina var eisini heilt nær við, men talan skuldi gerast um at kalla tilvildarligan bólt, sum førdi til einasta málið í dystinum.
Fríspark varð sent innfyri úr vinstru, og kansk átti HB-málverjin eisini at fingið fatur á hesum. Tað eydnaðist ikki, og heldur ikki í aðru, triðju ella fjórðu atløgu megnaði verjan at rudda burtur. Alt endaði við, at Hjalmar Dalbúð fekk skot á bóltin, sum millum vinir og fíggindar smeyg sær í málið.
Málið tóktist av álvara at geva teimum gulu frið yvir spælið. Teir settu seg nú av álvara á dystin, og tó at teir heilt opnu møguleikarnir ikki vóru so nógvir í tali, so lúrdi eitt næsta og avgerandi mál í luftini.
Settust á dystin
Við leiðsluni í viðførinum kundi hugsast, at NSÍ fór meira varisliga til verka eftir steðgin, men tey, sum roknaðu við hesum, fóru so dyggiliga skeiv.
Heldur tóktust teir gulu nú vilja avgera dystin fult og heilt. Teir settu ferðina á spælinum upp, og sum minuttirnir gingu, otaðu teir seg alt meira oman móti HB-málinum. Og møguleikarnir trutu ikki. Vandastøðurnar framman fyri HB-málið gjørdust alt fleiri í tali, og í einum trimum førum var talan um mest sum 100% møguleikar.
Tað eydnaðist tó ikki at fáa málið, sum kundi sløkt spenningin, og tí varð hesin alla tíðina varðveittur. HB megnaði í sínum lag eisini at skapa einstøk vandamikil kontra-álop, men mest sum hvørja ferð restaði neyvleikin í seinastu sendingini, soleiðis at opni møguleikin kom.
Og tá havnarmenninir so móti dystarenda eisini mistu liðskiparan, Svenn F. Jacobsen, sum annars hevði verið ein av bestu spælarunum í dystinum, var at kalla liðugt. Klokkan fór um teir 90 minuttirnar, meðan vónbrotni liðformaðurin gekk av vøllinum, og so kundu runavíkingarnir koyra seinastu minuttirnar heim. Gullið var fingið til høldar, og tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, tustu viðhaldsfólkini inn til fegnu spælararnar. Gullið var komið til høldar, og so kundu sjampanjupropparnir flúgva kring vøllin, meðan spælararnir - og tey, sum stóðu hjá - vórðu dýkt undir í gyltu dropunum.










