Í morgin 9. juli kl. 16 letur ein framsýning við verkum hjá Selmu Mikladal upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn. Selma Mikladal er fødd í 1954 í Klaksvík. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur [...] ingur og hevur búð í Keypmannahavn í mong ár. Sína fyrstu málningaframsýning hevði hon í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2005. Selma hevur verið nógv í Grønlandi og eisini arbeitt har og upplivað nógv [...] hevur altíð fingist við at tekna og at mynda á ymiskan hátt. Hon er altíð á ferð í einum ella øðrum spennandi - sum nú í Galerie Focus, har hon sýnir málningar fram. Myndevnið er ofta tað hon hevur sæð
Sum fastur táttur í Tilhaldinum í Havn, tá tíðin til jólar nærkast, er ein kvøldseta. Tey, sum vóru til kvøldsetuna, sum var í gjárkvøldið, siga, at hon eydnaðist sera væl. At kvøldsetan í ár eydnaðist sera [...] úr skaldskapi og yrkingum hjá Regini í Líð, Simma, M.S. Viðstein, Leu Jacobsen, Sólvør Patursson Niclasen, Elini Mortensen, Jóannesi Dalsgaard og Oddvør Johansen. Í ár var Linu-Bólkurin hjá Havnar Sjón [...] Jacobsen, Hjørdis Trónd, Eyrith Guttesen, Gunhild V. Michelsen og Simma. Frásøgumaður á kvøldsetuni í Tilhaldinum í gjárkvøldið var Sonne Smith, og hesa uppgávu greiddi hann meistarliga, siga fólk, sum vóru við
Grindin, sum varð funnin inni á Hovsfirði beint eftir klokkan 16 í dag, hevur nú lagt beinini í Vági. Bátar vóru skjótt hjá henni og og tað gekk gott at reka hana. Hon gekk suðureftirog varð rikin inn [...] allarhelst er undir 100 hval. Onkrir grindamenn meta 70-80 hval. Hvalirnir verða nú sleipaðir út á Vágs Havn, har teir verða merktir og ikki fyrrenn tá fæst eitt yvirlit yvir, hvussu stór hon er, hvussu víða
til leirlist og spøkilsum. Um góðar tvær vikur lata kreativu kvinnurnar í Eiturkoppum upp jólasølu í Baiansstovu í Gongini í Havn, samstundis sum jólatræið á Vaglinum verður tendrað. Jólasølan byrjar 27 [...] tú skapa tín egna heim og bjóða øllum øðrum at við í hesum heimi. ? Her er tað bara hugflogið, ið setur mørk, siga tey í Eiturkoppum. Tey, sum eru við í Eiturkoppum, er Rosa Birgitha við Rabarbuglas, Guðrið
Í kvøld verður eitt serstakt kvøld á skránni í Rex. Vælumtókti bólkurin Chill spælir til dans, og í rætta Halloween stíli verða øll biðin um at lata seg í grýluklæðir. Chill hevur spælt mangan í Rex áður [...] men seinastu árini hevur hetta amerikanska rákið vundið uppá seg. Eisini í Bassalt í Havn verður í kvøld Halloween tema, og í Bassalt og Rex verða vinningar latnir teimum, sum hava bestu grýluklæðini [...] starvsfólkini í Rex verða grýluílatin, og somuleiðis verður heitt á øll vitjandi, um at lata seg í hóskandi grýluklæði, og verða við í Halloween tiltakinum. Halloween hevur av álvara vundið uppá seg í Føroyum
Bruttoinntøkan í danskari fiskiveiði ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør var stívliga 3 miljardir krónur. Danir kunnu fegnast um, at heili 760.000 tons av fiski vórðu landað í donskum havnum í 2010. Hetta [...] Hetta er ein vøkstur í mun til árið fyri á 6%. Tað er Danske Havne, sum bera hesi tíðindi. Danska fiskivinnuumsitingin hevur júst almannakunngjørt tølini fyri bruttoinntøkuna í tíðarskeiðnum, januar 2010 til [...] vøkstur á heili 34% í mun til somu mánaðir árið fyri. Ongantíð síðan ár 2006 hevur bruttoinntøkan verið so stór. Hetta árið var hon nevniliga 3,1 miljardir krónur. - Orsøkin til góða úrslitið í fjør er eitt nú
formann í Javnaðarflokkinum, og so fáa vit at síggja leygarmorgunin, sigur Heðin Mortensen. Hóast tað ikki sær so ógvuliga ljóst út á pappírinum, ætlar Heðin Mortensen sær ikki at tveita hondklæðið í ringin [...] Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum skjóta borgarstjóran í Havn upp. Tað seinasta tó Heðin sum nummar eitt av trimum valevnum, framman fyri Aksel V. Johannesen og John Johannesen. - Hesi feløgini skjóta meg upp [...] Tískil kann staðfestast, at talan verður um stríðsval um formanssessin í Javnaðarflokkinum á eyka landsfundinum, sum verður leygardagin í Norðurlandahúsinum klokkan 10.
Vov, hevur ligið á Youtube í ein góðan mánaða, og føroysku børnini hava tikið væl ímóti nýggja sanginum. Børnini í Kulum Røtum hava sjálvi gjørt sangin, sum bleiv innspældur í summar. - Sangurin bleiv nokkso [...] millum annað at hoyra 3. septembur, tá Kular Røtur trína á pall til eitt stórt barnatiltak í Dansifrøði í havn. Eisini verður møguleiki at hoyra og síggja Angelu og Hannibal, Trølla Pætur og ommuna og ymsikt [...] Bassaferð í Trølla Pætur bussinum og sungu, knappliga byrjaðu vit at yrkja. Áðrenn vit vistu av høvdu vit bæði orð og lag, og tað tóktist lætt at leggja fleiri ørindi afturat, siga børnini í Kulum Rótum
Menn frá sløkkiliðnum í Havn hava í dag sprænt vatn á skoytubreytina, og vatnið er síðani fryst til ís, men fleiri løg skulu oman á aftrat, áðrenn skoytast kann á breytini. Í síðstu viku fingust menn við [...] sigur, at breytin væntandi verður klár at taka í nýtslu mánadagin ella týsdagin í komandi viku. Borgarstjórin sigur, at arbeitt verður við onkrum serligum í sambandi við upplatingina, men alt er ikki komið [...] borgarstjóri, sigur, at fleiri løg av vatni skulu sproytast á breytina. Tá komið er á mál við at frysta í løgum, skal breytin slípast og hølvast, til undirlagið er púra slætt. Tað er neyðugt, tí annars er vandi
Klokkan 18 í kvøld spæla B36 og Víkingur ein sera avgerandi dyst fyri bæði liðini á ovara vølli í Gundadali í Havn. Vinnur Víkingur fara teir framum HB og tryggja sær silvurheiðursmerkini í Betrideildini [...] tryggja sær fjórða plássið við javnleiki í dystinum við Løkin. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá sera avgerandi dystinum millum B36 og Víking á FM1. In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn