Grind lagt beinini í Vági

Grindin, sum varð funnin inni á Hovsfirði beint eftir klokkan 16 í dag, hevur nú lagt beinini í Vági. Bátar vóru skjótt hjá henni og og tað gekk gott at reka hana.

Hon gekk suðureftirog varð rikin inn á Vág, har drápið gekk bæði skjótt og væl, tað tók bara 10 minuttir.

Tað er myrkt, men ljós fingu tey frá Sløkkiliðnum og Bjargingarfelagnum, sum hava sterk ljós, sum tey settu upp at lýsa fyri grindamonnunum.

Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at tað er so myrkt, at tað ber ikki til at siga, hvussu stór grindin er, men mett verður, at hon allarhelst er undir 100 hval.

Onkrir grindamenn meta 70-80 hval.

Hvalirnir verða nú sleipaðir út á Vágs Havn, har teir verða merktir og ikki fyrrenn tá fæst eitt yvirlit yvir, hvussu stór hon er, hvussu víða, hon verður býtt og nær seðlarnir koma út, sigur Jaspur Vang.