Eiturkoppar er navnið á kreativum bólki, ið ger alskyns lutir, alt frá pútum til leirlist og spøkilsum. Um góðar tvær vikur lata kreativu kvinnurnar í Eiturkoppum upp jólasølu í Baiansstovu í Gongini í Havn, samstundis sum jólatræið á Vaglinum verður tendrað.
Jólasølan byrjar 27. november og verður heilt fram til jóla, har tey fara at selja glaslutir, troyggjur, pútur, leirlist og smá spøkilsir.
Endamálið við Eiturkoppum er at vísa føroyingum, at um tú hevur eitt kreativt hugflog, kanst tú skapa tín egna heim og bjóða øllum øðrum at við í hesum heimi.
? Her er tað bara hugflogið, ið setur mørk, siga tey í Eiturkoppum.
Tey, sum eru við í Eiturkoppum, er Rosa Birgitha við Rabarbuglas, Guðrið Poulsen við Leirlist, Lis Helgadóttir við bundnu, tøvdum troyggjum, Elin Lindenskov við spøkilsinum Spooky og Freeleif, sum eru tvær ungar kvinnur, sum gera ymiskt kreativt, eitt nú pútur.










