Klokkan 18 í kvøld spæla B36 og Víkingur ein sera avgerandi dyst fyri bæði liðini á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Vinnur Víkingur fara teir framum HB og tryggja sær silvurheiðursmerkini í Betrideildini. Javnleikur ella tap til Víking, so fer HB við silvurheiðursmerkjunum.
Vinnur B36 fara teir eitt stig framum NSÍ, og fáa harvið ein lítlan fyrimun undan finaluni um fjórða plássið við Løkin komandi sunnudag. Tá kann B36 tryggja sær fjórða plássið við javnleiki.
Um B36 ikki fær fult móti Víkingi, so verður NSÍ eitt stig frammanfyri undan dystinum sunnudagin, og tá kann NSÍ tryggja sær fjórða plássið við javnleiki í dystinum við Løkin.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá sera avgerandi dystinum millum B36 og Víking á FM1.
In.fo hevur í samstarvi við dystir.fo beinleiðis tekstfrásøgn frá dystinum.
Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo