760.000 tons landað í Danmark

Bruttoinntøkan í danskari fiskiveiði ellivu teir fyrstu mánaðirnar í fjør var stívliga 3 miljardir krónur. Danir kunnu fegnast um, at heili 760.000 tons av fiski vórðu landað í donskum havnum í 2010. Hetta er ein vøkstur í mun til árið fyri á 6%.

Tað er Danske Havne, sum bera hesi tíðindi.

Danska fiskivinnuumsitingin hevur júst almannakunngjørt tølini fyri bruttoinntøkuna í tíðarskeiðnum, januar 2010 til november 2010.

Hesar 11 mánaðirnar var samlaða bruttoinntøkan stívliga 3 miljardir krónur, sum er ein vøkstur á heili 34% í mun til somu mánaðir árið fyri.

Ongantíð síðan ár 2006 hevur bruttoinntøkan verið so stór. Hetta árið var hon nevniliga 3,1 miljardir krónur.

- Orsøkin til góða úrslitið í fjør er eitt nú, at bruttoinntøkan í matfiskiskapi var stívliga 2 miljardir krónur, og í ídnaðarfiskiskapi var talan um tilsamans 811 miljónir krónur.

Miðalprísirnir fyri matfisk øktust við 13% - og við heili 73% fyri ídnaðarfisk.