Bjørt Óladóttir Joensen heiðrað fyri ársins bestu DanScatt ph.d.ritgerð

Umframt heiðursskjal fekk hon 10.000 kr.

Farna heyst vardi Bjørt Óladóttir Joensen ph.d.-ritgerð um CO₂ elektrolysu á DTU. Í dag varð kunngjørt, at hon hevur fingið handað heiðursløn fyri bestu DanScatt ph.d. ritgerðuna 2026. Umframt heiðursskjal fekk hon 10.000 kr. 

 

Hetta skrivar gransking.fo.

 

Bjørt Óladóttir Joensen legði sítt arbeiði fram á ársfundinum hjá Danscatt, sum varð hildin á Københavns Universitet.

 

Í tíðindum frá fyritøkuni Xnovo, sum letur stuðulin til heiðurslønina verður sagt, at endamálið við heiðrinum er at eggja ungum talentum at arbeiða við x-ray og neutron vísindum.

 

Um ritgerðina segði dómsnevndin, at talan var um sera dygt arbeiði.

 

Sí tíðindini her 

 

##med2##