Vov Vov í Havn

Nærum 3000 fólk hava verið inni og hoyrt søguna um heimleysa hundin Snar, sum børnini úr Kular Røtur syngja og spæla.

 

Sangurin, sum eitur Vov Vov, hevur ligið á Youtube í ein góðan mánaða, og føroysku børnini hava tikið væl ímóti nýggja sanginum.

 

Børnini í Kulum Røtum hava sjálvi gjørt sangin, sum bleiv innspældur í summar. - Sangurin bleiv nokkso tilvildarligt til. Vit sótu á Bassaferð í Trølla Pætur bussinum og sungu, knappliga byrjaðu vit at yrkja. Áðrenn vit vistu av høvdu vit bæði orð og lag, og tað tóktist lætt at leggja fleiri ørindi afturat, siga børnini í Kulum Rótum.

 

Sangurin, sum snýr seg um heimleysa hundin Snar, verður millum annað at hoyra 3. septembur, tá Kular Røtur trína á pall til eitt stórt barnatiltak í Dansifrøði í havn. Eisini verður møguleiki at hoyra og síggja Angelu og Hannibal, Trølla Pætur og ommuna og ymsikt annað spenanndi.