Sum fastur táttur í Tilhaldinum í Havn, tá tíðin til jólar nærkast, er ein kvøldseta. Tey, sum vóru til kvøldsetuna, sum var í gjárkvøldið, siga, at hon eydnaðist sera væl. At kvøldsetan í ár eydnaðist sera væl, var Katrin Dahl ikki í iva um, tá hon vegna teir hugtiknu áhoyrararnar takkaði Linu-Bólkinum hjá Havnar Sjónleikarafelag fyri kvøldið.
Kvøldsetan er vorðin ein fastur táttur hjá Tilhaldinum uppundir jól.
Hesaferð las og sang Linu-bólkurin úr skaldskapi og yrkingum hjá Regini í Líð, Simma, M.S. Viðstein, Leu Jacobsen, Sólvør Patursson Niclasen, Elini Mortensen, Jóannesi Dalsgaard og Oddvør Johansen.
Í ár var Linu-Bólkurin hjá Havnar Sjónleikarafelag mannaður við Høgna Joensen, Palla Hansen, Elsu Jacobsen, Hjørdis Trónd, Eyrith Guttesen, Gunhild V. Michelsen og Simma.
Frásøgumaður á kvøldsetuni í Tilhaldinum í gjárkvøldið var Sonne Smith, og hesa uppgávu greiddi hann meistarliga, siga fólk, sum vóru við til hugnaliga tiltakið.