- Eg má bara fyrihalda meg til, at nøkur feløg hava skotið meg upp til formann í Javnaðarflokkinum, og so fáa vit at síggja leygarmorgunin, sigur Heðin Mortensen. Hóast tað ikki sær so ógvuliga ljóst út á pappírinum, ætlar Heðin Mortensen sær ikki at tveita hondklæðið í ringin.
- Trý lokalfeløg hava peikað á meg sum formann í Javnaðarflokkinum, og tað taki eg til eftirtektar, sigur Heðin Mortensen.
Tað eru Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, Sandoyar Javnaðarfelag og Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, sum skjóta borgarstjóran í Havn upp. Tað seinasta tó Heðin sum nummar eitt av trimum valevnum, framman fyri Aksel V. Johannesen og John Johannesen.
- Hesi feløgini skjóta meg upp, og skal eg av listanum aftur, er tað upp til feløgini og ikki upp til mín, sigur Heðin Mortensen.
Tískil kann staðfestast, at talan verður um stríðsval um formanssessin í Javnaðarflokkinum á eyka landsfundinum, sum verður leygardagin í Norðurlandahúsinum klokkan 10.