Menn frá sløkkiliðnum í Havn hava í dag sprænt vatn á skoytubreytina, og vatnið er síðani fryst til ís, men fleiri løg skulu oman á aftrat, áðrenn skoytast kann á breytini. Í síðstu viku fingust menn við at seta nýggju skoytubreytina upp á Skálatrøð, og ðí morgun fór so sløkkiliðið undir at spræna vatn á breytina.
Men hetta er drúgt arbeiði, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at fleiri løg av vatni skulu sproytast á breytina.
Tá komið er á mál við at frysta í løgum, skal breytin slípast og hølvast, til undirlagið er púra slætt. Tað er neyðugt, tí annars er vandi fyri, at fólk gera sær skaða.
Heðin Mortensen sigur, at breytin væntandi verður klár at taka í nýtslu mánadagin ella týsdagin í komandi viku. Borgarstjórin sigur, at arbeitt verður við onkrum serligum í sambandi við upplatingina, men alt er ikki komið heilt upp á pláss enn.