Í kvøld verður eitt serstakt kvøld á skránni í Rex. Vælumtókti bólkurin Chill spælir til dans, og í rætta Halloween stíli verða øll biðin um at lata seg í grýluklæðir.
Chill hevur spælt mangan í Rex áður. Bólkurin spælir í høvuðsheitinum kendan dansitónleik, sum altíð er væl umtókt í Rex.
Í bólkinum eru Jens Tummas, Høgni Zachariassen, Torkil Johannesen og Hans Ravnsfjall.
Rex boðar eisini frá, at øll starvsfólkini í Rex verða grýluílatin, og somuleiðis verður heitt á øll vitjandi, um at lata seg í hóskandi grýluklæði, og verða við í Halloween tiltakinum.
Halloween hevur av álvara vundið uppá seg í Føroyum. Fyri bert fáum árum síðani var Halloween ikki ein partur av føroysku mentanini, men seinastu árini hevur hetta amerikanska rákið vundið uppá seg.
Eisini í Bassalt í Havn verður í kvøld Halloween tema, og í Bassalt og Rex verða vinningar latnir teimum, sum hava bestu grýluklæðini.