Selma í Focus

Fríggjadagin 24. mars kl. 16 letur ein framsýning við málningum hjá Selmu Mikladal upp í Galerie Focus í Gríms Kambansgøtu 20 í Havn.
Á framsýningini eru 22 málningar.

Selma Mikladal er fødd í 1954 í Klaksvík, er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur búð í Keypmannahavn í mong ár.
Hon hevði sína fyrstu málningaframsýning í Føroyahúsinum í Keypmannahavn í 2005. Selma kom til Føroya hósdagin.
 
Framsýningin verður opin til 6. apríl, týsdag til fríggjadag kl. 15 til 18 og leygardag kl. 16 til 18.