samfelag, um vit dugdu at taka væl ímóti tí fremmanda og at gera tað til ein part av okkum sjálvum. Kanariufuglurin hevur tað ikki gott í Føroyum í dag, og vónin má vera, at hann ikki fer at kvalast av mentanarligum [...] tykist, sum um tað er ringt hjá teimum fólkavaldu í einum so lítlum landi at leggja seg út í tabu-evni. Lættari er bara at lata evnið fara framvið; at royna at tiga tað burtur, og vóna at tað ikki stingur [...] illviljin móti at taka ímóti tí nýggja og 2) ræðslan fyri at nerta við tabu-evni . Hetta merkir á ein keðiligan hátt, at tað nýggja hevur lyndi at verða tabuiserað, bara tí tað er nýtt, og tað sigur seg sjálvt
uppá dystin í kvøld, og hann sigur, at hann er so spentur, at hann fer at eta ein pakka við blandaðum bommum áðrenn dysturin fer í gongd. Atli heldur, at Hallur Hansson er tað rætta og logiska valið sum [...] frá at vera ein bráðræsin ungur spælari til at vera ein fyrimyndarligur leiðari. Um hvat hann heldur um, at Andrias Lava Olsen er úttikin til landsliðið sigur Atli: - Lava er ikki við bara fyri at permanenta [...] FM1 hevur drúgva upptaktssending í dag í samband við, at Føroyar og Malta spæla dyst í Nations League á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45. Til ber at hoyra FM1 HER Fyri løtu síðani hevði Tróndur Arge eina
okkurt, ið er dupult. At flætta saman rúsandi løg og tað, ið dupult er, er ikki so óvant. Men at tað mest tvífaldaða framvegis er moralurin, fóksins lyndi og framferð, tykist greitt og prógvað í hesum døgum [...] enn júst tað. Hví krúpa uttanum, at øl verður selt í eini barr, og siga okkurt annað. Okkurt, ið verður góðtikið, tí tað er beint við síðuna av, so tað á okkara innara ljósskermi kemur júst tað, ið er so [...] lýsarar um at duga best at snúgva sær, hava besta førleikan at spæla sær við orðunum, so til ber at erta tey, ið royna at seta forðingar? Sum nú, ið eitt lystiligt stað í høvuðsstaðnum lýsir við, at próvtilfarið
- Eg vil ikki vera rík, kend ella vøkur. Tað er í lagi. Eg eri 76, og hetta er mítt lív. Lívið er gott, sum tað er. Tað, sum hevur týdning, er at njóta tann vakra dagin í dag. Soleiðis sigur 76 ára gamla [...] vísdómsorðum og tosar um lívið og tey virðir, hon hevur lagt seg eftir. Disa dámar væl at møta nýggjum fólki og bjóðar tí ofta útlendskum ferðafólki inn á gólvið. Hon leggur stóran dent á, at vit menniskju [...] á staðnum. Onkuntíð sigi eg, at eingin telefon er í kirkjugarðinum, tá mann doyr. Tá eg doyggi, kunnu tey ikki ringja til mín og spyrja um ditt og datt. Tey mugu læra tað nú, sigur Disa í samrøðuni, sum
hjálpararbeiði, tey høvdu har. Tað var læruríkt at vera har, og eg haldi, at eyguni vórðu latin upp fyri, hvussu fólk hava tað aðrastaðni úti í heimi. Vit upplivdu eisini, at fólkini í Gana vóru sera gestablíð [...] formuleraðar bønir í ritualinum í fólkakirkjuni, men tað ber eisini til hjá einum presti at formulera egnar bønir, og tað vænti eg eisini, at eg fari at gera, sigur Maria Summers við Skipá. Átrúni kveiktur [...] Dahl Hansen í Havnar kirkju. – Tá slapp eg at royna, hvussu tað er at vera prestur. Eg var við til dópssamtalur og til sálarrøktarsamrøður. Eg prædikaði í Nólsoy og hevði eisini gudstænastu í Havnar kirkju
kunnu gott velja at gjalda løn út til spælarnar í dag, men vit mangla framvegis 600.000 krónur, áðrenn vit kunnu siga, at nú er næsta kappingarár eisini tryggjað. Tað tænir ongum endamáli bara at bjarga [...] tí seinasta dystinum í hesum kappingarárinum. Tað verður Danmarkarseriuliðið - amatørliðið - hjá Frem, sum fer at dystast við Viborg á heimavølli sunnudagin. [...] Spælarnir hjá Frem hava kravt felagið á húsagang, men tað gongur væntandi enn ein vika, áðrenn Sjó- og handilsrætturin staðfestir konkursdekretið. Hetta gevur so felagnum eitt sindur av eyka tíð. Stjórin
Tá tú fert at ferðast, er ofta gott at vita, hvørjar møguleikar tú hevur á staðnum, har tú fert at ferðast. Gott er sjálvandi at kanna møguleikarnar, áðrenn tú fert avstað, og eitt av spennandi støðunum [...] tó ógvuliga heitir – og so fara í heitari og heitari pottar. Í heila tikið hevur sentrið allar teir møguleikar, sum tú kanst ynskja tær, og tað er ógvuliga gott, sunt og hugnaligt at ganga runt á sentrinum [...] handlar, góður matur og nógvar pubbir ella barrir, har tú kanst taka tær av løttum, eru at finna mitt inni í býnum, og ferðaskrivstovur kunnu eisini syrgja fyri, at tú sleppur at uppliva teir partar av
Sprotanum vera eina kollvelting, sum átti at fáa eina viðurkenning. Hann vildi sýna sítt takksemi fyri alt hetta og geva Sprotanum nakrar málningar at umseta til pening, sum skuldi vera við at fíggja arbeiðið [...] kl. 19.30 í Reinsaríinum í Havn, og verða tað Torbjørn Jacobsen og Bjørn á Heygum, ið standa fyri søluni. Sprotin hevur avgjørt, at hvør króna, ið kemur inn, fer til at keypa bókakápur frá føroyskum my [...] uppboðssøla í Reinsaríinum, har hvør króna, ið kemur inn, fer til at keypa bókakápur frá føroyskum myndlistafólki til tær bøkur, Sprotin fer at geva út. Talan er um málningarnar, ið Frits Johannesen av
sambandi við, at ætlanin var at byggja hús til hesi í Havn og at felag skuldi stovnast fyri minnisveik. Tað bleiv eisini útgreinað, at minnisveik var tað sama sum ?dement ella senil dement? fólk, og áðurnevnda [...] ongantíð verða kannaði, men bara fáa at vita, at tað hevur nakaði við aldurin at gera. Tað er tí kærkomið, at fólk taka seg saman til at bøta um korini hjá teim dementu og økja um almannavitanina um demens [...] nýtt. Haldi tó ikki, at hetta orðið á nakran hátt er nøktandi at lýsa tilstandin ?demens?. Tað er rætt, at minnið er ein týðandi partur av demensi, og serliga hetta at minnið viknar í stóran mun hjá fólki
At tað kostar at vera óhøviskur ímóti løgregluni mátti ein persónur sanna beint eftir midnátt, tá hann rætti løgregluni longutong. Tí tað fekk hann eina bót fyri. Tað er brot á skilhaldsreglarnar at gera [...] ein bilur máldur at koyra 90 km um tíman, og tað fær hann treytaða frádøming av koyrikortinum fyri. Tað fekk ein annar bilførari á landsvegnum í Norðragøtu eisini, tá hann varð máldur at koyra 127 km um [...] nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein stórur steinur var lopin á landsvegin í Funningsfirði. Hann var so stórur, at Landsverk mátti boðsendast at fáa hann burtur. Og klokkan 2 í nátt hendi eitt ferðsluóhapp