Vánalig reklama er betur enn eingin reklama, verður tikið til.
Eitt kallaðu tey upplýsningstíðina. Eftir øllum at døma er hon ikki komin hendaveg enn.
Tá gamla rúsdrekkalógin var í gildi ? til fyrst í nítiárunum ? varð nógv tosað um moral og serliga dupultmoral, ið skuldi vera dupult so góður. Sipað varð til, at lóg og veruleiki ikki samsvaraðu og at lógin, ið var frá einaferð í 20?unum, ikki hoyrdi nútíðini til.
Nýggj lóg er komin. Og nýggj mentan á økinum, tykist. Føroyingar drekka nú vín, sum búðu teir í suðurlondum, og afturvið einum góðum bita, úti ella heima, hoyrir í dag hjá mongum ein góð fløska av víni.
Skeinkiloyvini eru mong og støðini, har ein kann hugna sær við einum glasi, somuleiðis.
Men enn er okkurt, ið er dupult.
At flætta saman rúsandi løg og tað, ið dupult er, er ikki so óvant. Men at tað mest tvífaldaða framvegis er moralurin, fóksins lyndi og framferð, tykist greitt og prógvað í hesum døgum.
Fjølmiðlar hava nevniliga lýst ? nevnt við navni ? hesa vøru, sum er so dupult, at tamarhald ikki fæst á henni, hugsað vit í hugmyndum og løgfrøði. Veruleikin er ótolandi, halda mong, og leggjast á fløskuna. Í Føroyum er lýsingarveruleikin so ótolandi, at fólk kenna trongd at leggjast á lýsararnar.
Hví? Jú, tí hesir nevna vøruna, teir lýsa við. Tað er í lagi at siga fimmari, p-dagur, j-dagur, ella at servera reklamuna sum tíðindi. Øll vita, hóast dulnevnini, hvat býr aftanfyri.
Stuttligt hevði verið at hoyrt aðrar lýsingar, um tær skuldu undir somu ?dulnevnislóg?: B-dagur verður í Pállsstovu í dag, har tey hepnu fáa ferð, um brikkarnir falla rætt. Ella annað hugsað dømi: Opið er í TB-húsinum í kvøld og ikki er neyðugt at sita í frið, tí ófriðarligt verður við skipaðum larmi av besta slag!
Hvat er tað sum ger, at ávís ? í sær sjálvum ósek viðurskifti ? ikki skulu nevnast í lýsing, ið ikki snýr seg um annað, enn júst tað. Hví krúpa uttanum, at øl verður selt í eini barr, og siga okkurt annað. Okkurt, ið verður góðtikið, tí tað er beint við síðuna av, so tað á okkara innara ljósskermi kemur júst tað, ið er so forboði.
Skal hetta gerast ein kapping millum lýsarar um at duga best at snúgva sær, hava besta førleikan at spæla sær við orðunum, so til ber at erta tey, ið royna at seta forðingar?
Sum nú, ið eitt lystiligt stað í høvuðsstaðnum lýsir við, at próvtilfarið verður selt fyri hálvan prís, meðan sakarmálið um hetta sama fer fram. Hetta er humor í serflokki og undirstrikar lágmarkið í tilvitan okkara, ið liva undir slíkum talibanreglum (les: reglum, ið eru ov langt úti, tápulig forboð, ið eingin heldur, men sum eingin torir at nevna ? alment).
Høvuðsyvirskriftinar hava hesa vikuna hava allar havt heitini ? forbodnu fruktirnar ? í innihaldinum.
Tí, tað er í grundini ikki lýsarunum, tað er galið við, men moralinum og lógarkarminum, ið er líka flótandi, sum próvtilfarið.
Staðfestast kann í hvussu er, at ongantíð áður hava lýsararnir fingið so góða reklamu, sum seinastu vikuna, tá bæði loftmiðlar og bløð hava sett lýsararnar á ovstu rók, besta lýsingarpláss, uttan at teir rinda eina krónu fyri tað! Og harvið hava settt orð á tað, ið ikki skal nevnast. (Og hervið fingu teir eisini nakrar reglur afturat í hesum teigi).
Samd verða vit helst ongantíð, men gott hevði verið at fingið flótandi viðurskiftini á pláss.
<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Mr.Big
Nógv gott og áhugavert hevur verið í loftmiðlunum um páskirnar.
Tó er einki at ivast í, at sendingin um Bigga, Mr. Big, savnaði stóran part av fólkinum frammanfyri sjónvarpsrútin.
Nógv varð eisini gjørt burturúr, til tess at vekja áhuga.
Og fólk fekk eina sending. Og okkurt at tosa um. Hesin persónur, sum millum so mangt annað við sínum stóra virksemi sum lesarabrævskrivari, er ein almennur persónur.
Og ein havnarmynd.
Men tað kendist tó, sum hevði sendingin ikki nakað mál í sær sjálvum. Eitt portrett, gamaní. Men ein sat eftir við eini tómari kenslu. Hvat var endamálið?
Dugi enn ikki at meta um, hvørt hetta var ein sending, sum tænti nøkrum ella um hon var høvuðspersóninum til nakran sóma. Tíans heldur teimum, ið stóðu aftanfyri tiltakið. Kanska hon bara skal sorna fyrst, eg veit ikki?
Páskirnar eru farnar framvið og óivað verða nýggjar søgur bryggjaðar til komandi tíðir, tí høgtíðirnar og haldini eru mong, tí enn er árið ungt. Og sum kunnugt, so duga fjølmiðlarnir at bryggja og koma við nýggjum, men so sanniliga eisini at stoyta nýtt vín á gamlar fløskur og/ella øvugt?