Føroyar  glæstrimynd ella brotmynd?

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur


- Tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla uppundir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað nátúrligt.
Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, 22.august í Sosialinum

Í summar var (enn einaferð) mikið kjak um tey samkyndu og teirra pláss í samfelagnum. Mótstøðan var  enn einaferð  stór móti at tey samkyndu skuldu sleppa at gerast ein partur av samfelagnum, ella rættari: at góðtakast sum ein partur av samfelagum. Hinvegin vóru eisini sera nógv, ið sýndu teimum samkyndu stuðul á hendan ella handan hátt.

Men hetta kjakið hevur verið fyrr, og tað fer at koma upp aftur ferð eftir ferð, og fer at koyra í somu foyru ár eftir ár, um ikki fólk so smátt byrja at kjakast um nakað djypri enn bert prinsipielt fyri ella ímóti skrásettum paralagi. Kjakið um tey samkyndu er í grundini eitt symptom uppá nakað nógv størri  sum eisini felag teirra samkyndu, Bogin, saman við Hans Paula Strøm, landsstýrismanni, royndi at vísa á: Støða teirra samkyndu er eitt symptom uppá støðuna í samfelagnum, og varð samanlíkningin eisini gjørd við tiltikna kanariufuglin í kolanáminum, ið varð nýttur sum tekin um iltmangul í kolanáminum. Um erkvisni kanariufuglurin knappliga datt niður av sínum pinni, merkti hetta, at iltmongdin í náminum var um at sleppa upp, og at nú vóru stundir at taka til rýmingar.

Eisini hava kanningar úr útlondum víst, at í einum samfelagi, har tey samkyndu ikki trívast og tískil detta av pinninum, er nakað álvarsligt áfatt. Vantandi trivnaðurin hjá samkyndum (ella øðrum marginalum minnilutum) er eitt symptom uppá eina samfelagssjúku, ið onkursvegna noyðist at lekjast sum skjótast gjørligt, áðrenn sjúkan fær fastatøkur og gerst ein inngrógvin partur av samfelagskroppinum. Læknarnir, ið skulu lekja sjúka samfelagið, eru teir fólkavaldu politikararnir, ið skulu eitast at tora at taka avgerðir, ið kunnu tykjast beiskar í fyrstuni, men sum fara at hava eitt heilsufremjandi árin við tíðini, um málið skal vera at skapa eitt gott samfelag fyri tey flestu og ikki bara tey fáu.

Tíverri tykist, sum um tað er ringt hjá teimum fólkavaldu í einum so lítlum landi at leggja seg út í tabu-evni. Lættari er bara at lata evnið fara framvið; at royna at tiga tað burtur, og vóna at tað ikki stingur seg uppaftur enn á sinni. Royndirnar vísa tó, at tabu-evni hava tann merkiliga eginleika allatíðina at stinga seg uppaftur. Annars vóru tey jú ikki tabu-evni, men týdningarleys evni. Men henda ræðslan fyri at nerta við tabuiserað evni er í sjálvum sær ein trupulleiki, ja í grundini ein prinsipiellur, fólkaræðisligur trupulleiki. Við øðrum orðum leggja tveir grundleggjandi samfelagstrupulleikar seg uppat hvørjum øðrum: 1) illviljin móti at taka ímóti tí nýggja og 2) ræðslan fyri at nerta við tabu-evni. Hetta merkir á ein keðiligan hátt, at tað nýggja hevur lyndi at verða tabuiserað, bara tí tað er nýtt, og tað sigur seg sjálvt, at hesum kann einki framkomið land liva við í longdini, um tað framhaldandi vil vera framkomið í mun til onnur lond.

Eg ætli mær tískil at hjálpa politikarunum á veg við einari diagnosu uppá hvussu man vera statt í føroyska samfelagnum. Tað vit síggja í dag, er at samfelagið á einum bógvi gerst alsamt meiri fragmenterað, t.v.s. einstaklingagjørt, men á hinum bógnum samstundis leitar sær aftur í meiri siðbundnar samanhangir og í nøkrum førum enntá leitar aftur í eina veruliga fundamentalismu, ið í føroyskum høpi mest av øllum verður til kristna fundamentalismu, men eisini í nøkrum førum gerst til eina tjóðskaparliga fundamentalismu  t.v.s. nationalismu.


Samfelagið sum listarverk

Eg havi í hesi kronikk valt at nýta eina listfrøðiliga ímynd til at lýsa ímyndina av samfelagnum. Eg síggi  sum realistur (vísindaástøðiligt hugtak, sí Andrew Sayer, 2000)  samfelagið sum ein objektivan veruleika. Men samstundis góðtaki eg ikki eina fatan av, at menniskjaliga fatanin av hesum objektiva veruleika er ein objektiv niðurfelling av objektiva veruleikanum gjøgnum menniskjaligu sansirnar og harfrá víðari út í málið. Menniskjuligi  ella sosiali  veruleikin er altíð subjektivur. Menniskjuligur objektivitetur (sum t.d. í orðingini objektivur tíðindaflutningur) gerst ongantíð annað enn intersubjektivur, t.v.s. eitt úrslit av eini semju um hvussu tingini eru (les: tykjast). Við øðrum orðum er samfelagið  sum menniskjað sær tað  ein tulking. Samfelagið og strukturar tess eru tulkingar av tí, ið veruliga er, og á hendan hátt gerst greitt, at samfelagið altíð tykist ymiskt alt eftir hvør tú ert og hvaðani tú sært. Eins og við einum listarverki, hevur perspektivið avgerandi týdning fyri hvussu heimurin sær út.

Eg nýti tveir málningametaforar í hesi grein: glæstrimynd og brotmynd. Glæstrimyndin er t.d. vakra myndin av bygdini, ið hongur yvir sofuni í stovuni, og er hendan myndin vanliga realistisk ella naturalistisk, t.v.s. at ein sær beinanvegin hvat myndin lýsir. Glæstrimyndin samsvarar í stóran mun við okkara sjálvsagda veruleika. Brotmyndin (fragmentið) er hinvegin ikki altíð í samsvari við seg sjálva. Brotmyndin kann vera mótsigandi, ja kanska stundum meiningsleys. Brotmyndin krevur ikki, at alt hongur saman í eini størri heild, men kann júst vera vøkur, um tú væl at merkja góðtekur hennara kompleksitet og fjølbroytni. Tað krevur tó eitt ávíst tolsemi at góðtaka, at samfelagið alt meiri umskapast til eitt fragmentariskt samfelag, har fólk hava teirra egnu lívsleiðir og ikki góðtaka at verða sett í bás frá barnsbeini. Samfelagið sum brotmynd er ein stór avbjóðing fyri okkum mangan trongskygdu føroyingar, ið gjøgnum øldir hava verið uppvandir við at kenna okkara pláss. Hetta er sjálvandi ikki nakað, ungdómurin nú á døgum kann góðtaka, tí hví skal man lata vera við at gagnnýta teir møguleikar, ið modernaði heimurin býður? Hví skal man góðtaka at avmarka egna lívsførslu (t.d. avnokta egnan homosexualitet) fyri at kunna hóska inn í gamalkendu glæstrimyndina? Hví skal man leggja seg í andaligt stavnsband fyri at varðveita illusiónina um eitt sjálvsamanhangandi samfelag?


Í hernað móti modernitetinum?

Fyrsti spurningurin, ið er neyðugur at spyrja, er um tað er ein røtt eygleiðing, at samfelagið er við at detta frá sær sjálvum (fragmenterast), serliga tá veruleikin er at heimurin verður alsamt betri samanknýttur við vegum, telesambandi, interneti o.s.fr. Men líkamikið hvat svar vit mega finna, so er tað ein sannroynd, at heimurin fyri mong missir sín innara, sjálvsagda samanhang; sín faktisitet. Heimurin er ikki longur tað sama fyri allar borgarar. Hóast tað ikki altíð verður gjørt, so er møguleikin til staðar at velja øðrvísi sjónarmið og øðrvísi hættir at síggja og skilja heimin. Í hesum fragmenteraða høpi verða tey samkyndu sædd sum ein trupulleiki, ja ein hóttan ella ein vanlagna, fyri samfelagsliga samanhangin, tí at tey ikki hóska inn ímillum normalføroyingarnar.

Annar spurningurin er, um tey samkyndu so veruliga eru ein trupulleiki, ella kanska heldur eitt symbol uppá ein annan trupulleika. Tað kann lættliga staðfestast, at tey samkyndu neyvan kunnu vera ein hóttan móti samfelagnum, tí hvussu kann tað skaða ein triðja persón, at fyrsti persónur hevur kynsligt samband við ein annan persón av sama kyni? Einasti persónur, ið kundi verið skaddur av hesum vildi verið sjálvur annar persónur, men av tí at hesin fríviljað hevur valt eitt parlag við fyrsta persón, so er tað beinleiðis órímiligt at nýta hetta sum eina grundgeving. Sostatt má niðurstøðan sjálvandi vera, at samkynt parlag ikki skaðar onnur, og tískil ikki er ein veruligur trupulleiki. Men hóast hetta verða samkynd framvegis sædd sum ein trupulleiki av ávísum triðju persónum, og hendan ótta eiga vit at taka í álvara, hóast hann grundleggjandi er fullkomiliga órímiligur. Pseudo-trupulleikar eru jú eisini trupulleikar, og kunnu ikki skavast innundir teppið sum um einki er hent.

Vit liva undir refleksivum treytum. Vit eru øll somul fordømd til at hugsa frítt, og tey, ið ikki duga nóg væl at hugsa, megna ikki at gerast ein partur av teirri rúkandi menningini, ið heimurin støðugt er í. Alt er umbroytiligt, og um ein ikki megnar at skilja broytingarnar, so er man noyddur at vóna tað besta  ella kanska fylkjast aftanfyri onkrum (einum førara ella profeti), ið tykist kenna leiðina. Øll eru noydd at velja, og øll hava møguleikan at velja frítt, men júst hetta merkir samstundis, at nógv eisini nýta hetta frælsi til ikki at velja frítt.

Á ein paradoksalan hátt kunnu vit tískil tosa um ein refleksivan anti-refleksivitet. Summi fólk velja ikki at velja, ella rættari: tey taka eitt endaligt val, sum so má bera ella bresta, og í føroyskum høpi er hetta valið mangan kristin-fundamentalisma. Hetta gevur hesum fólkum møguleikan at varðveita eina samanhangandi glæstrimynd av heiminum, og soleiðis sleppa tey eisini undan at skula taka ábyrgd fyri alt millum himmal og jørð. Hetta kann Gud (ella Guds sendiboð á jørð) gera fyri tey. Sagt verður eisini, at trúgvandi fólk gerast minni stressað og minni deprimerað  ja, gera færri sjálvmorð enn meiri sjálvrefleksiv fólk. Sæð frá tí sjónarhorninum noyðist ein at staðfesta, at tað at vera trúgvandi veruliga er ein lívsstrategi, ið hevur nakað at bjóða uppá. Tað er á ongan hátt óskilligt, at fólk velja trúnna (heldur enn vitanina), tí trúgvin borgar fyri sálarfriði, og í okkara postmodernistiska malstreymi er gott at hava ein trúgv at troysta seg við, tá vitanin ikki strekkir til. At ákæra trúgvandi fyri býttiskap má sigast at vera beinleiðis skeivt, tí tey trúgvandi hava framt eitt val, og í nógvum førum er hetta eisini eitt gott val, hóast tað gerst ein trupulleiki, um marknaðarkreftirnar krevja at tú allatíðina er til reiðar at umstilla teg, ja at umskapa teg. Við øðrum orðum: at tú ert refleksivur; at tú velur at vilja vita.


Siðbundni ella modernitetur?

Undir øllum umstøðum vil eg tó í restini av hesi grein tosa um ávikavíst siðbundin (t.d. trúgvandi) og modernað fólk. Hesi seinnu umfata øll tey, ið trúgva (eg nýti orðið trúgva við vilja, tí sjálvandi er moderniteturin á ein hátt eisini ein átrúnaður) upp á rationalitetin og individualismuna (at einhvør er sær sjálvum næstur). Modernaða menniskjað er einstaklingakent og velur at hugsa frítt, og sær heimin sum eina støðuga rúgvu av valum, ið skulu gerast. Sjálvandi kunnu menniskju ikki býtast so fýrkantað upp, tí tey flestu (m.a. eisini eg) velja at samantvinna tað modernaða og tað siðbundna, fyri harvið at finna fram til eina sunna lívsleið, ið hvørki búrar seg inni í fortíðini ella starir seg fasta í framtíðini.

Men skjótt er at falla í ta einu ella aðru grøvina. Ringt er at halda seg á rásini uttan at snáva, og tí er mentanin av góðum grundum sera vinglandi. Summi hella móti teirri einu síðuni, og summi móti hinari, og í øllum hesum tvídráttinum finna vit tað fyribrigdið, vit nevna virðispolitikk. Virðispolitikkur er avgerandi øðrvísi enn býtispolitikkur (tað at býta tilfeingið í samfelagnum), tí at hann fæst ikki við verulig ting, men spælir við okkara innastu kenslur. Virðispolitikkurin snýr seg um at arbeiða fyri eini ávísari lívsfatan, t.d. eini kristnari lívsfatan, eini konservativari lívsfatan, eini liberalari lívsfatan ella kanska eini tjóðskaparligari lívsfatan.

Um t.d. tey siðbundnu síggja eitt moralsk og eitt persónligt forfall í einstaklingagerðini  og harvið fragmenteringini av samfelagnum, so mugu tey siðbundnu sigast at hava eina moralska skyldu til at kunngera hinum, at tey eru á vandaleið. Tí ikki at prædika tað góða er jú sum kunnugt amoralskt, og um tey siðbundnu ikki royna at prædika teirra lívsfatan fyri øðrum, so eru tey jú í grundini at meta sum amoralsk. Trupulleikin stendst, um prædikumenninir gerast inkvisitorar og heldur enn at prædika, velja at tvinga tey vantrúgvnu á rætta leið, t.d. við at lekja tey samkyndu ella at læra vinstrahent at skriva við høgru hond. Tá er strembanin eftir tí góða knappliga vorðin ónd, tí tá er tann siðbundna lívsfatanin knappliga vorðin eitt álop á ein ávísan samfelagsbólk, heldur enn at vera eitt dømi um hvussu tað góða lívið skal livast.


Hvat er frælsi?

Frælsið at velja snýr seg ikki um at kunna taka sjálvstøðugar avgerðir. Hetta er ein utopi, ið einans er galdandi um tú eitur Robinson Crusoe og býrt á einari oyðnari oyggj uttan samband við umheimin. Fullkomiligt frælsi krevur, at tu ert avskorin frá øllum sosialum sambondum, tí í tí løtu tú gerst ein partur av einum sosialum bólki, so hevur tú valt at avmarka títt frælsi. Frælsi merkir, at ein ikki verður tvingaður at hoyra til ein ávísan sosialan bólk, tað veri seg av átrúnaðarligum, politiskum ella øðrum ávum. Frælsi merkir, at tú sjálvur hevur tikið tær frælsi at velja tín sosiala samanhang. Og júst í tí sosiala samanhanginum er tað, at tú kanst heysta fruktirnar av tí veruliga frælsinum; nevniliga at tú gjøgnum sømiligan atburð kanst vinna tær eina sterka sosiala støðu at handla út frá.

Paradoksalt sæð økist frælsið samsvarandi við mongdina av sosialum bindingum í lívinum. Tínir handlingsmøguleikar eru jú  um tú so vilt tað ella ei  treytaðir av at tú hevur eitt burðardygt netverk at handla ígjøgnum. Og hetta netverkið kann m.a. finnast gjøgnum statin, gjøgnum bygdina ella gjøgnum samkomuna, tú ert limur í.

Men um tú hevur valt at gerast ein partur av einum sosialum bólki, so krevur hetta eisini, at tú livir eftir nøkrum normum og lógum, ið hesin bólkur skapar. Um tú ert ov langt úti, so kanst tú ikki góðtakast av bólkinum, og verður útstoyttur.Um tú  sum einstaklingur  livir eitt lív, ið tykist moralskt forkastiligt hjá onkrum øðrum, so er tín atburður at meta sum ein hóttan móti tí, ið skapar sosiala samanhangin. Um sosiali bólkurin (t.d. tjóðin, bygdin ella samkoman) er stýrd av fundamentalum persónum ella flokkum, so er minni pláss til at vera øðrvísi enn um valdsharrarnir sýna tolsemi móti minnilutum, t.d. samkyndum ella fremmandum. Um tú so ikki hóskar inn í tann sosiala bólkin, so kanst tú at enda verða noyddur at flýggja av bygdini ella heilt av landinum. Tá ert tú dottin av pinninum sum tann tiltikni kanariufuglurin í kolanáminum.


Liberalisma vs fundamentalismu

Ein grundleggjandi liberal tesa er, at alt er loyvt, so leingi tað ikki skaðar onnur, og harvið er ein handling einans at metast sum kriminell, um handlingin skaðar onnur, og tað væl at merkja beinleiðis. Men um ein einstaklingur handlar á tí moralska markinum, og við sínum handlingum er við til at flyta nøkur moralsk og etisk mørk, so er hesin í yvirførdum týdningi við til at skaða fundamentalistin, ið hevur start seg fastan á nakrar grundleggjandi  og sannar  premissir.

Um fundamentalistarnir hava stórt (hegemoniskt) vald í samfelagnum, so er tann liberali og hansara møguligu handlingar eitt álop á ta hegemonisku yvirvøldina, men um fundamentalistarnir bert eru ein partur av samlaða samfelagnum, so er tann liberali bert ein rivalur millum mangar, ið kappast um valdið. Fundamentalisturin vil vanliga leggja seg eftir at seta á stovn eitthvørt absolutt stýri (t.d. eitt teokrati), ið skal dominera samfelagið fullkomiliga gjøgnum hegemoniskar stýrihættir. Men í einum fólkaræði vilja vanliga eisini vera aðrir bólkar, ið ikki vilja vita av fundamentalismuni, serliga tí at fundamentalisman mangan hevur lyndi at vera anti-demokratisk. Summi vilja enntá vera við, at fundamentalisma og demokrati ikki kunnu trívast í sama umhvørvi, men í grundini eru mótsetningar (totalitarisma versus pluralisma).

Um t.d. tann liberali í eini slíkari støðu (sum t.d. í Føroyum) megnar at flyta tey moralsku mørkini (t.d. á samkyndraøkinum), so hevur hesin skatt fundamentalistin og søk hansara, tí at fundamentalisman er vorðin enn meiri perifer í samfelagnum og harvið hevur fundamentalisman mist bæði status og vald. Sæð frá hesum sjónarhorni gerast tey samkyndu ein trupulleiki í einum samfelagi, har summi ynskja at leita aftur til nøkur fundamental (kristin?) virði, har tingini hanga saman í eini absoluttari eind. Sjálvandi eru tey samkyndu bert eitt symbol uppá eitt brotmyndasamfelag, men undir øllum umstøðum verða tey samkyndu sædd sum ein hóttan ímóti teirri føroysku siðvenjuni, ið júst krevur, at fólk hava ein líknandi atburð og eina líknandi lívsfatan; ið krevur at samfelagið skal vera ein glæstrimynd.

Nógvir føroyingar halda, at tað at vera samkyndur ikki kann góðtakast í Føroyum, tí at hetta fer at føra við sær, at føroyingar fara at missa sín felags samleika sum kristin tjóð. Møguliga hava hesi fólk grein í sínum máli. Kanska er tað ein trupulleiki fyri Føroyar um samfelagið fragmenterast og einhvør bara kann liva sítt egna lív og gera síni egnu val útfrá egnari lívsfatan, so leingi sum hann/hon ikki skaðar onnur. Óttin er har, og óttin skal takast fyri fult, eisini hóast hann mangan verður órímiligur og inkvisitoriskur. Trupulleikin er, at inkvisitión av minnilutum ikki er sameiniligt við tað demokratiska samfelagi, og tí vil fundamentalisman í nógvum førum vera eitt álop á sjálvt fólkaræðið, um hon ikki alla tíðina verður mótmælt av meiri tolerantum politikarum.


Fundamentalistiska sjúkan

Fundamentalisman er ein sjúka, ið øll samfeløg tykjast at líða av viðhvørt. Kanska er talan  sum Albert Einstein vildi vera við  um eina samfelagsliga barnasjúku (her sipaði hann til týsku tjóðarfundamentalismuna; nazismuna), men møguliga er talan heldur um eina afturvendandi influenzu, ið rakar samfelagskroppin, tá samfelagsímyndin tykist ov fragmenterað. Um so er, er fundamentalisman ein virus, ið kann raka eitthvørt samfelag um spenningarnir gerast nóg stórir, og óttin í fólkinum gerst størri enn álitið á samfelagsskipanina.

Tvinnir eru tá møguleikarnir í eini slíkari støðu, tá ið samfelagslig fremmandlikam stinga seg upp: Antin stoytir samfelagið fremmandlikamini út, ella megnar samfelagið at innkorporera fremmandlikamini og gera tey til ein part av samfelagskroppinum. Í Føroyum í dag tykjast nógv at royna at útihýsa tað fremmanda av ótta fyri at tað fremmanda kann bera við sær siðloysi, men kanska høvdu Føroyar verið eitt nógv betri samfelag, um vit dugdu at taka væl ímóti tí fremmanda og at gera tað til ein part av okkum sjálvum. Kanariufuglurin hevur tað ikki gott í Føroyum í dag, og vónin má vera, at hann ikki fer at kvalast av mentanarligum iltmangli.

Spurningurin er so, um politikararnir tora at nema við tabu-evnini&


Nakrar keldur

Zygmunt Bauman, 2000  Liquid Modernity  Cambridge: Polity
Zygmunt Bauman, 2002 (2001)  Fællesskab  en søgen efter tryghed i en usikker verden  København: Hans Reitzels Forlag
Ulrich Beck, 1997 (1986)  Risikosamfundet  på vej mod en ny modernitet  København: Hans Reitzels Forlag
Ulrich Beck, Anthony Giddens og Scott Lash, 1994  Reflexive Modernization  Politics, Tradition and Aesthetics in the Modern Social Order  Cambridge: Polity Press
Pierre Bourdieu, 1995 (1979)  Distinksjonen  En sosiologisk kritikk av dømmekraften  Oslo: Pax Forlag
Sámal Matras Kristiansen, 2005  Forestillingen om bostedet  Roskilde Universitetscenter
Nils Mortensen, 2004  Det paradoksale samfund  København: Hans Reitzels Forlag
Andrew Sayer 2000  Realism and Social Science  London/Thousand Oaks/New Delhi: SAGE Publications
John Urry, 2003  Global Complexities  Cambridge: Polity





Her skal stutt nevnast, at ræðslan mótvegis teimum samkyndu bert er eittans dømi um bólkahatur. Í øðrum londum og til aðrar tíðir kundi tað besta dømið heldur verið jødahatur, svartrahatur, muslimahatur, heksahatur (t.v.s. kvinnuhatur)  ja sjálvandi eisini kristnahatur. Kristin menniskju eiga ikki at gloyma, at í byrjanini vóru tað tey sjálvi, ið vóru jakstrað og forfylgd av m.a. Nero kaisara í Róm. Ikki fyrr enn seinni í søguni fingu tey kristnu tað privilegium at jakstra og forfylgja onnur, t.d. vantrúgvin og heiðningar.