Tormóður Stórá, lækni
????????????????????
Hoyrdi herfyri í Útvarpinum um hugtakið ?minnisveik?, í sambandi við, at ætlanin var at byggja hús til hesi í Havn og at felag skuldi stovnast fyri minnisveik. Tað bleiv eisini útgreinað, at minnisveik var tað sama sum ?dement ella senil dement? fólk, og áðurnevnda felag skal arbeiða fyri at bøta um korini hjá hesum. Alt gott um tað ! Tað sum eg hefti meg við, var sjálvt orðið ?minnisveik?, sum eg ikki havi hoyrt áður í hesum týdninginum og sum allarhelst er nýtt.
Haldi tó ikki, at hetta orðið á nakran hátt er nøktandi at lýsa tilstandin ?demens?. Tað er rætt, at minnið er ein týðandi partur av demensi, og serliga hetta at minnið viknar í stóran mun hjá fólki, sum frammanundan vóru púra frísk. Sostatt hevði orðið ?minnisviknað? verið nakað betri, men heldur ikki nøktandi.
Sjálvt orðið ?demens? kemur úr latíni, samansett av de + mens. ?Mens? merkir sinnið, og ?de? merkir frá (burturi frá). Danska beinleiðis merkingin er ?afsindig? , sum í føroyskari merking er at vera ?ørur? ella ?vitleysur?. Í donsk-føroysku orðabókini verður ?dement? kalla? ?sálarliga viknað?, sum í grundini er rættuliga nøktandi fyri tey tekin sum demensur umfatar.
Tað er nevniliga ikki nóg mikið, at ein hevur vánaligt ella viknað minni, til at geva sjúkuavgerðina ?demens?. Flestu eldri fólk kunnu greiða frá, at minni teirra er viknað, men tey eru ikki dement fyri tað.
Skal sjúkuavgrðin demensur takast, so er neyðugt, at ein, umframt at vera minnisviknaður, eisini hevur onnur tekin um sálarliga viknan. Tað kann snúgva seg um t.d. trupulleikar at læra nakað nýtt, umfatandi trupulleikar við sjálvum hugsingarháttinum, manglandi evni til at abstrahera, talutrupulleikar, viknaði evni til at skyna á og taka sær av sær sjálvum, og eisini kensluligar broytingar henda. Tað fer eisini fram ein broyting í sjálvari persónligheitini (muruni), sum ger at tann dementi í atferð síni ikki er til at kenna aftur. Júst hesi seinast nevndu tekin eru tey, sum hjá teimum avvarðandi kennast svárast og sum gera at tann sjúki tørvar serliga nógva hjálp. Tí er heitið ?minnisveik? ikki serliga nøktandi, tí tað bara lýsir ein brotpart av teimum trupulleikum, sum eru. Hugtakið úr orðabókini ?sálarliga viknað? ella ?sálarviknað? ella kanska orðið ?sinnisviknað? eru avgjørt meira lýsandi, um vit skulu hava eitt føroyskt orð fyri demens.
Í sama viðfangi kann kanska vera hóskandi at vísa á, at ?demensur? sum so ikki er ein sjúka, men nøkur tekin um, at ein er sjúkur. Tað finnast fleiri enn 100 sjúkur, sum kunnu gera at eitt fólk verður dement. Summar av hesum sjúkum kann ein sum so ikki gera nakað við, men hildið verður, at um 10-15 % av teimum, sum hava demenstekin, hava sjúkur, sum kunnu viðgerast so at tey ikki longur eru dement. Tað er tí, at tað er so umráðandi, at fólk, sum hava tekin til demens, verða nærri kannaði. Tað er eisini umráðandi at hava í huga, at demensur ikki er ein náttúrligur partur av teimum broytingum, sum koma við aldrinum. Tí er eisini hugtakið ?senil de-ment? burturvið og eigur ikki at verða brúkt longur, tí hetta sigur, at ein er dementur av elli (?senium? út latíni merkir ?elli?). Tað er rætt, at tey flestu dementu eru gomul, men tey flestu gomlu eru ikki dement. Fleiri av sjúkunum, sum elva til demens, eru serliga at finna hjá eldri fólki, men ein kann gerast dementur á ungum árum eisini. Tað var fyrr vanligt (men skeivt) at uppfata demens sum eitt náttúrligt ellistekin, og tí eru tað framvegis alt ov mong, sum hava demens tekin, sum ongantíð verða kannaði, men bara fáa at vita, at tað hevur nakaði við aldurin at gera.
Tað er tí kærkomið, at fólk taka seg saman til at bøta um korini hjá teim dementu og økja um almannavitanina um demens, men haldi vit skulu nýta eitt meiri nøktandi orð enn ?minnisveik?, um vit ikki skulu kalla tað demens.









