At tað kostar at vera óhøviskur ímóti løgregluni mátti ein persónur sanna beint eftir midnátt, tá hann rætti løgregluni longutong. Tí tað fekk hann eina bót fyri. Tað er brot á skilhaldsreglarnar at gera slíkt, og tað kostaði persóninum 1.500 krónur, greiðir vaktleiðarin á politistøðini frá í morgun.
Á Tvøroyri var eitt ferðsluóhapp, har ein bilur rendi á ein parkeraðan bil. Bilførarin fór á sjúkrahúsið til kanningar, men fekk ikki stóran skaða.
Løgreglan gjørdi ferðmátingar í Gøtu í gjár. Við Gøtugjógv varð ein bilur máldur at koyra 90 km um tíman, og tað fær hann treytaða frádøming av koyrikortinum fyri. Tað fekk ein annar bilførari á landsvegnum í Norðragøtu eisini, tá hann varð máldur at koyra 127 km um tíman, sigur vaktleiðarin.
Klokkan 1 í nátt fekk løgreglan fráboðan um, at ein stórur steinur var lopin á landsvegin í Funningsfirði. Hann var so stórur, at Landsverk mátti boðsendast at fáa hann burtur.
Og klokkan 2 í nátt hendi eitt ferðsluóhapp við eini motorcross í Sørvági, sum var farin út av vegnum. Førarin varð fluttur á sjúkrahúsið, men fekk ikki álvarsligan skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Hann sigur eisini, at hóast nógv fólk var í býnum eftir steypafinalurnar í hondbólti, so var gott skil í og tey uppførdu seg pent, sigur hann.