##med2##
FM1 hevur drúgva upptaktssending í dag í samband við, at Føroyar og Malta spæla dyst í Nations League á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45.
Til ber at hoyra FM1 HER
Fyri løtu síðani hevði Tróndur Arge eina lítríka beinleiðis samrøðu við fyrrverandi liðskiparan hjá landsliðnum, Atla Gregersen.
Atli er sera spentur uppá dystin í kvøld, og hann sigur, at hann er so spentur, at hann fer at eta ein pakka við blandaðum bommum áðrenn dysturin fer í gongd.
Atli heldur, at Hallur Hansson er tað rætta og logiska valið sum liðskipari á landsliðnum. Hann er farin frá at vera ein bráðræsin ungur spælari til at vera ein fyrimyndarligur leiðari.
Um hvat hann heldur um, at Andrias Lava Olsen er úttikin til landsliðið sigur Atli: - Lava er ikki við bara fyri at permanenta skeggið.
Atli heldur, at Lava er sterkur sum granitt, og tí vil Atli helst sleppa undan nærdystum við Lava tá Víkingur venur.
Hoyr litríku samrøðuna við Atla Gregersen á ljóðfíluni omanfyri.
##med3##