World Class – spa og fitness í heimsflokki

World Class er størsta og besta fitnesssentur í Íslandi. Her kanst tú gera at kalla alt innan styrkivenjing. World Class er annars serliga kent fyri sítt fantastiska spabað, har túsundtals gestir koma dagliga. Harafturat hevur sentrið størsta svimjihyl í Reykjavík

Tá tú fert at ferðast, er ofta gott at vita, hvørjar møguleikar tú hevur á staðnum, har tú fert at ferðast. Gott er sjálvandi at kanna møguleikarnar, áðrenn tú fert avstað, og eitt av spennandi støðunum, sum tú kanst ferðast beinleiðis til úr Føroyum, er Reykjavík.

Reykjavík hevur nógvar ymiskar møguleikar av ymsum slag. Góðir handlar, góður matur og nógvar pubbir ella barrir, har tú kanst taka tær av løttum, eru at finna mitt inni í býnum, og ferðaskrivstovur kunnu eisini syrgja fyri, at tú sleppur at uppliva teir partar av landinum, sum eftir tínum tykki tykjast áhugaverdir.

Reykjavík hevur tó eisini eitt annað spennandi stað, sum nógv ferðafólk fegin vilja hava nærhendis, tá tey fara at ferðast. Reykjavík hevur nevniliga størsta fitnesssentur í Íslandi. World Class, sum fitnesssentrið eitur, liggur beint við síðuna av tjóðarleikvøllinum hjá íslendingum, Laugardalsvøllinum.


Túsundtals gestir dagliga

World Class er eitt risastórt fitnesssentur, sum er 7000 m² til støddar. Sentrið hevur fleiri enn 13000 limir, sum koma úr nógvum ymiskum londum kring heimin, og dagliga eru fleiri enn 3000 fólk á vitjan í sentrinum.

Sentrið er í trimum hæddum, og á mittastu hæddini er sjálvt fitnesssentrið, sum hevur fleiri enn 200 renni- ella gangibond. Eisini ber til at fara á eina av teimum mongu kondisúkklunum, sum finnast í húsinum, at spinna í eina løtu. Harafturat eru nógvar ymiskar maskinur, har tú kanst venja teir ymisku vøddarnar á kroppinum.

Á ovastu hædd fylla skrivstovurnar stóran part av hæddini, men á hesi hædd eru tó eisini rúm, har tú kanst íðka aerobic, yoga, dans og onnur tílík ting.

Tað, sum sentrið er allarmest kent fyri, er spabaðið, sum er á niðastu hæddini. Her kunnu fólk fara niður at taka sær av løttum í teimum mongu spabaðunum, sum finnast har. Har eru eisini rúm við ymiskum hitastigum, so fólk kunnu sjálvi taka avgerð um, hvørji rúm tey fara inn í.

Spabaðini á niðastu hædd eru sera góð, og sum skilst á arbeiðsfólkunum á staðnum, so er hetta helst tað, sum lokkar flest fólk til World Class.

Umframt allar hesar hentleikar, so kann sentrið eisini bjóða at geva gestunum andlitsviðgerð, pedicure, manicure og aðrar viðgerðir, sum eru góðar fyri kroppin.


Svimjihylurin

Sentrið hevur tó enn ein hentleika, sum er ógvuliga væl umtóktur millum gestirnar. World Class hevur nevniliga ein stóran og kendan svimjihyl, sum liggur uttanfyri sjálvt sentrið.

Hesin svimjihylur er risastórur, og fólk kunnu svimja í honum alt árið, tí vatnið er avbera heitt og deiligt. Runt um svimjihylin eru eisini fleiri pottar, sum gestirnir kunnu seta seg í. Her plaga gestirnir at byrja við teimum pottunum sum eru minst heitir – teir eru tó ógvuliga heitir – og so fara í heitari og heitari pottar.

Í heila tikið hevur sentrið allar teir møguleikar, sum tú kanst ynskja tær, og tað er ógvuliga gott, sunt og hugnaligt at ganga runt á sentrinum.

Til síðst kann leggjast afturat, at sentrið eisini hevur tvær restaurantir, so tú kanst saktans vera í World Class í ein heilan dag.