Maria Summers við Skipá hevur ikki sum flestu aðrir prestar í Føroyum, eina bakgrund í fólkakirkjuni. Hon er vaksin upp í Evangeliuhúsinum í Havn, sum nú hevur fingið navnið City Church.
Har hevur hon gingið í sunnudagsskúla, og sum ung var hon partur av lovsangsbólkinum í hvítusunnusamkomuni.
Men nú skal Maria Summers við Skipá hava ein heilt annan leiklut. Hon skal nevniliga vera andaligur hirði í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði.
– Tað hevur verið ein natúrlig gongd tey seinastu árini. Eg eri farin meira og meira tann vegin, at gerast prestur. Lesnaðurin er skipaður nógv tann vegin, og áhugin er eisini farin tann vegin, sigur Maria Summers við Skipá.
Kenni meg ikki avmarkaða
Í mun til í eini hvítusunnusamkomu so eru fleiri ritual, niðurskrivaðar bønir og fastir karmar í fólkakirkjuni, sum prestar skulu halda seg til. Hvítusunnusamkomur hava hinvegin meira fríari karmar og leggja stóran dent á heilaga andan.
– Millum annað karmarnir, sálmarnir og tónleikurin eru eitt sindur ymiskir. Um ein til dømis ynskir at hava friðarligar sálmar, so fær ein tað í kirkjuni, men um ein ynskir fríari karmar, so fær ein tað í eini fríkirkju. Mær dámar bæði, sigur Maria Summers við Skipá.
Hon heldur tó ikki, at tað er nakað heilt annað, nú hon gerst prestur í fólkakirkjuni.
– Eg kenni meg ikki avmarkaða, nú eg skal vera prestur í fólkakirkjuni. Eitt, ið eg leggi dent á, er bøn. Tað eru nógvar góðar formuleraðar bønir í ritualinum í fólkakirkjuni, men tað ber eisini til hjá einum presti at formulera egnar bønir, og tað vænti eg eisini, at eg fari at gera, sigur Maria Summers við Skipá.
Átrúni kveiktur í miðnámi
Áhugin fyri gudfrøði kyknaði, tá ið Maria Summers við Skipá gekk á miðnámi.
– Eg helt, at átrúnaður var áhugavert. Bæði at læra um okkara egna átrúnað, men eisini at læra um aðrar átrúnaðir, millum annað buddismu og hinduismu, sigur nýggi vestmannaprestur.
Hon leggur tó dent á, at andaliga ávirkanin heimanífrá eisini hevur havt týdning.
Hjálpararbeiði í Gana
Eftir miðnám valdi Maria Summers við Skipá at hava eitt ár frí frá lestri. Hon fór at arbeiða í handli, og so fór hon saman við tveimum vinkonum í tveir mánaðir til Gana at gera hjálpararbeiði.
– Vit vistu um ein føroying, ið var í Gana, Jónhild Dunya, sum er gift við einum út Gana. Vit hjálptu til við ymiskum hjálpararbeiði, tey høvdu har. Tað var læruríkt at vera har, og eg haldi, at eyguni vórðu latin upp fyri, hvussu fólk hava tað aðrastaðni úti í heimi. Vit upplivdu eisini, at fólkini í Gana vóru sera gestablíð, sigur Maria Summers við Skipá.
Starvsvenjing í Havnar kirkju
Maria Summers við Skipá fór til Keypmannahavnar at lesa gudfrøði, har hon las á lærda háskúlanum. Fyrst fýra eitt hálvt ár bachelor og síðani tvey ár kandidatlesnaður.
– Eg visti ikki beinanvegin, um eg skuldi gerast prestur. Men longri eg kom í lesnaðinum og eg hoyrdi frá øðrum, so vaks áhugin fyri at gerast prestur, sigur Maria Summers við Skipá.
Hon var tvær ferðir í starvsvenjing, báðu ferðirnar hjá Ann Dahl Hansen í Havnar kirkju.
– Tá slapp eg at royna, hvussu tað er at vera prestur. Eg var við til dópssamtalur og til sálarrøktarsamrøður. Eg prædikaði í Nólsoy og hevði eisini gudstænastu í Havnar kirkju saman við Una Næs. Eg hevði eisini ellisheimsgudstænastur. Tað var sera áhugavert at royna prestastarvið, sigur Maria Summers við Skipá.
– Tá ið eg kom til endan á lesnaðinum, helt eg, at eg skuldi fara prestavegin, sigur Maria Summers við Skipá.
Starv í Vestamanna
Eina viku eftir, at hon hevði tikið pastoral, sum øll, skulu vera prestar, skulu hava, fekk hon starv í Norðurstreymoyar vestara prestagjaldi.
– Tað verður spennandi at koma til Vestmanna. Eg havi ikki verið so nógv í Vestmanna fyrr, men eg kenni nógvar vestmenningar, ið búgva í Havn. Nú havi eg verið nakrar ferðir og heilsa upp á fólk í Vestmanna, og eg gleði meg til veruliga at byrja í arbeiðinum, sigur Maria Summers við Skipá.
Bæði hon og maðurin, Tummas við Skipá, eru úr Havn.
– Vit gleða okkum nógv at koma til Vestmanna at búgva, sigur Maria Summers við Skipá.
Í løtuni verða nakrar umvælingar gjørdar í prestagarðinum í Vestmanna, men væntandi flyta tey inn í desember. Nú í fyrstuni koyra tey ímillum.
Vor Frue Kirke og Hillsong
Undir gudfrøðilestrinum var Maria Summers við Skipá virkin í náttarkirkjuni í Vor Frue kirke í Keypmannahavn, sum vanliga var fríggjakvøld.
Undir lestrinum kom hon eisini í Hillsong samkomuna í Keypmannahavn, sum er ein altjóða samkoma, sum millum annað er kend fyri nógvan tónleik.
Maria Summers við Skipá var við í einum toymi, sum fekst við at leggja myndir út á heimasíðuna.
Støðan hjá kvinnuni í kirkjuni
Undir lestrinum skrivaði Maria Summers við Skipá bachelor og kandidat uppgávu, sum báðar vóru um støðuna hjá kvinnuni.
– Fyrra uppgávan var út frá 1. Timoteusarbrævi kapitli 1 vers 8-15, har Paulus hevur áminningar til konurnar, millum annað har Paulus ikki gevur kvinnu loyvi at vera lærari. Eg kannaði nærri, hvussu støðan var hjá kvinnuni í samtíðini, og um tað var í tráð við praksis um tær tosaðu ov nógv, sigur Maria Summers við Skipá.
– Í seinnu uppgávuni kannaði eg, hvussu støðan var í 1946 til 1948 í donsku fólkakirkjuni, tá ið fyrstu kvinnuligu prestarnir byrjaðu í kirkjuni. Eg royndi at seta meg inn í støðuna, og læs nógvar greinar og lesarabrøv, ið vórðu skrivað tá. Eg royndi at seta meg inn í grundgevingarnar fyri og móti. Hetta er eitt kjak, ið enn er frammi, og tí er eisini týðandi at seta meg inn í tað, sigur Maria Summers við Skipá.
Siðvenjur og egið dám
Nú Maria Summers við Skipá skal byrja sum prestur, ynskir hon at fáa gott samband við fólkið í sóknini.
– Kirkjuráðini í Vestmanna, Kvívík og Kollafirði hava sýnt mær stórt álit at kalla meg í tænastu. Eg ynski at seta meg inn í siðvenjunnar á teimum ymisku støðunum, og eisini at fáa gott samstarv við tey, sigur Maria Summers við Skipá.
Hvussu hon fer at mynda kirkjuarbeiði í sóknini í framtíðini, hevur hon ikki enn so nógv at siga um.
– Eg ynski at seta dám á arbeiðið, men eg veit ikki enn, hvussu tað verður, sigur Maria Summers við Skipá.
Um prædikurnar sigur hon.
– Eg ynski í prædikunum at taka støði í bíbliutekstinum, men so eisini at seta tað í samband við gerandisdagin hjá fólki, so at tað er viðkomandi, sigur Maria Summers við Skipá.
Um gudfrøðiligu linjuna sigur nýggi presturin.
– Gudfrøðiliga eri eg nokk eitt sindur liberal. Eg havi til dømis ikki nakran trupulleika við at gifta uppaftur, sigur Maria Summers við Skipá.