Spælarnir hjá Frem hava kravt felagið á húsagang, men tað gongur væntandi enn ein vika, áðrenn Sjó- og handilsrætturin staðfestir konkursdekretið. Hetta gevur so felagnum eitt sindur av eyka tíð.
Stjórin í Frem, Hans Hermansen stríðist framvegis, um enn tað ikki sær ljóst út. Frem hevur fingið tilsøgn frá sponsorum og fjepparum um 700.000 krónur. Nýggir partaeigarar hava eisini givið tilsøgn um aðrar 700.000 krónur. Men enn mangla pengar í til framtíðar raksturin.
Við heimasíðuna hjá Frem sigur Hans Hermansen: - Vit kunnu gott velja at gjalda løn út til spælarnar í dag, men vit mangla framvegis 600.000 krónur, áðrenn vit kunnu siga, at nú er næsta kappingarár eisini tryggjað. Tað tænir ongum endamáli bara at bjarga støðuni her og nú, vit mugu eisini hyggja frameftir, staðfestir Hans Hermansen.
Sáttmálabundnu spælarnir hjá Frem - teirra millum Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen - fara ikki á vøllin fyri Frem í tí seinasta dystinum í hesum kappingarárinum. Tað verður Danmarkarseriuliðið - amatørliðið - hjá Frem, sum fer at dystast við Viborg á heimavølli sunnudagin.