- Lívið er gott sum tað er

76 ára gamla Disa leggur stóran dent á nøgdsemi í gerandisdegnum. Hetta fortelur hon um í nýggjum stuttfilmi, sum tú kanst síggja her

- Eg vil ikki vera rík, kend ella vøkur. Tað er í lagi. Eg eri 76, og hetta er mítt lív. Lívið er gott, sum tað er. Tað, sum hevur týdning, er at njóta tann vakra dagin í dag.

Soleiðis sigur 76 ára gamla Disa í videosamrøðu, sum suðurafrikanska filmsliðið, Green Renaissance, hevur gjørt við hana.

Hon kemur við nøkrum vísdómsorðum og tosar um lívið og tey virðir, hon hevur lagt seg eftir. Disa dámar væl at møta nýggjum fólki og bjóðar tí ofta útlendskum ferðafólki inn á gólvið. Hon leggur stóran dent á, at vit menniskju ikki eru so ymiskt, hóast alt.

- Tú mást byrja við at broyta teg sjálvan, tú kanst ikki broyta onnur. Tú kanst ikki broyta heimin, sigur hon millum annað.

- Tað hevur stóran týdning fyri meg at læra børn, hvat mann kann eta her á staðnum. Onkuntíð sigi eg, at eingin telefon er í kirkjugarðinum, tá mann doyr. Tá eg doyggi, kunnu tey ikki ringja til mín og spyrja um ditt og datt. Tey mugu læra tað nú, sigur Disa í samrøðuni, sum tú kanst síggja niðan fyri.

##med2##