Hóskvøldið 21. apríl kl. 19:30 verður forvitnislig uppboðssøla í Reinsaríinum, har hvør króna, ið kemur inn, fer til at keypa bókakápur frá føroyskum myndlistafólki til tær bøkur, Sprotin fer at geva út.
Talan er um málningarnar, ið Frits Johannesen av sínum eintingum hevði ognað forlagnum Sprotanum, tí hann helt arbeiðið hjá Sprotanum vera eina kollvelting, sum átti at fáa eina viðurkenning. Hann vildi sýna sítt takksemi fyri alt hetta og geva Sprotanum nakrar málningar at umseta til pening, sum skuldi vera við at fíggja arbeiðið í framtíðini.
Uppboðssølan verður hóskvøldið 21. apríl kl. 19.30 í Reinsaríinum í Havn, og verða tað Torbjørn Jacobsen og Bjørn á Heygum, ið standa fyri søluni.
Sprotin hevur avgjørt, at hvør króna, ið kemur inn, fer til at keypa bókakápur frá føroyskum myndlistafólki til tær bøkur, vit fara at geva út.